Tíðindi

15. des 2025

Kommunustýrisfundur 18. desember

 
Kommunustýrisfundur 18.12.2025, kl. 17:00 

Mál nr.: 211-3-2025, eykajáttanir/reguleringar í 2025
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Onnur viðgerð.

Kommunufelagið – 10.000

Hvíldarheimið Naina – 30.000

Stuðlar og systkinaavsláttur  - 10.000

Stranda skúli, rakstur – 120.000

Jóla- og nýggjárshald – 20.000

Fríðkan – 250.000

Minnisvarðar – 2.000

Gøtuljós – 20.000

Renovatión – 40.000

Egningarskúrar – 50.000

Stuðul til rentuútreiðslur – 250.000

Íalt kr. 802.000

Verður regulerað av RS-635, byggibúning – 802.000


Mál nr.: 214-1-2025, lántøka
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Neyðugt verður at taka lán til íløgur, sum eru samtyktar fyri 2026. Kommunustýrið skal geva fíggjarnevndini heimild til at taka av bíligasta láni.


Mál nr.: 541-16-2025, broyting í byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vegna broytt virksemi, er uppskot um at gera matr. nr. 123, sum er gamla smoltstøðin, til C3-øki, (serstøk byggisamtykt fyri virksemi á økinum) sambært uppskoti. 

Umframt at broyta part av matr. nr.  56a, sum í dag er F-øki (almen frítíðarøki) til K-øki (landbúnaður).

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til, at uppskotið verður samtykt. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Vinnu- og havnanevndin mælir til at gera umhvørvisflokkingar fyri flokkarnar 1,2,3 á vinnuøkinum Innan Glyvur. 

Mál nr.: 325-1-2025, ferðavinnuætlan
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til ferðavinnuætlan til samtyktar. 
 

Mál nr. 103-2-2025 verður viðgjørt fyri afturlætnum hurðum.

Mál nr.: 103-2-2025, vaskifólk til Stranda skúla
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tvær umsóknir vóru til starvið. Mentanar- og frítíðarnevndin mælir til, at annar umsøkjarin verður settur. Lagt fyri kommunustýrið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. des 2025
Kommunustýrisfundur 18. desember
15. des 2025
Fríðuf­løtur stongdur týsdagin
15. des 2025
Syngja jólini inn á Selatrað
15. des 2025
Magni Christiansen í Sjóvar kirkju
12. des 2025
Syngja jólini inn í Missións­húsinum
11. des 2025
Jólamenn í Sjóvarlon
11. des 2025
Mamma, ert tú komin
10. des 2025
Jólahugni á Café Bella

Send boð til Sjóvar kommunu