Tíðindi

03. des 2025

Gávutræið í Kolbeinagjógv

Tak ein pakka og hong ein nýggjan upp.

Hetta frálíka hugskotið hava Óðin og mamman gjørt til veruleika við einum pakkatræi í Kolbeinagjógv.
Tey hava hongt eina rúgvu av pakkum á træið, og so er hugsanin, at børn kunnu koma at fáa sær ein og heingja ein nýggjan á træið. 
Pakkanir eru til børn frá 0-12 ár. Tað er umráðandi, at mann merkir “genta” ella “drongur” á, saman við aldrinum á barninum, sum pakkin er ætlaður til.

Leggið gávuna í ein plastposa við knúti á og bandi um, so teir kunnu hanga væl og passa til veðurlagi.

Óðin og mamman vóna, at hetta kann skapa enn meira hugna og gleði til jóla, og at børnini í kommununi taka væl undir við tiltakinum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
03. des 2025
Gávutræið í Kolbeinagjógv
02. des 2025
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
27. nov 2025
Opið Atelier undir Torvbrekku
26. nov 2025
Jólasølan hjá Barna­ringi­num
26. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24.11.2025
26. nov 2025
HM-dystir í bygdahúsi­num á Strondum
25. nov 2025
Fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt. Frágreiðing frá borgar­stjóra­num.
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 20.11.2025

Send boð til Sjóvar kommunu