Tíðindi

25. nov 2025

Fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt. Frágreiðing frá borgarstjóranum.

 

Kommunustýrið hevur, á fundi í gjár, samtykt fíggjarætlanina fyri 2026:

Inntøkur: kr. 81.217.100
Útreiðslur: kr. 67.101.000
Rentur/rentustuðul:  kr. 3.146.200
Avlop rakstur: kr. 10.969.900
Íløgur: kr. 21.475.500
Hall eftir íløgur: kr. 10.505.600

sum verður fíggjað við lántøku

Avdráttir: 4.538.800

Skattaprosent: 21
Barnafrádráttur: 8.000

Bæði skattaprosent og barnafrádráttur verður sostatt óbroytt.

 

Sjóvar kommuna í stórum vøkstri - fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt.

Sjóvar kommuna heldur fram at vaksa, og fíggjarætlanin fyri 2026 flytur okkum enn eitt stórt stig fram. Kommunustýrið hevur samtykt eina ætlan, sum styrkir vinnulív, trivnað, bústaðir og kommunala tænastu.

Ítøkiligar íløgur:

Vinnuøkið á Hulki
Sjóvar kommuna hevur við hesum í huga valt at raðfesta vinnuøkið á Hulki enn hægri. Pengar eru settir av til at binda verandi keiir saman, gera meira vinnuøkið og asfaltera Hulkavegin. Hetta hevur stóran týdning fyri menningina í kommununi. Hetta gevur okkum møguleika at taka ímóti enn fleiri skipum og samstundis gevur hetta okkum størri vinnuøki á landi. Hetta styrkir vinnulívið – og gevur somuleiðis fleiri inntøkur í kommunukassan, sum allir borgarar hava gagn av, eisini tey, sum ongantíð seta fótin á eitt keiøki. Vinnuøkið á Hulki er tí ein ítøkilig íløga, sum fer at flyta Sjóvar kommunu fram á leið.

Vinnuøkið í Urðum
Tjósavnið fer at byggja ein nýggjan goymslubygning í Urðum, og fleiri vinnuøki verða í næstum sett til sølu. Hetta gevur betri umstøður fyri vinnuna og skpar meira virksemi í kommununi.

Ítróttarhøll – eitt hjarta í kommununi
Vit vilja hava eina ítróttarhøll. Ein ítróttarhøll er ikki bara ein bygningur – hon verður eitt felagshjarta har børn, ung og vaksin kunnu hittast, íðka, samleikast og byggja felagsskap. Høllin gevur okkara íðkarum betri møguleikar at menna seg, meðan pallurin fyri kapping og stuðli savnar øll. Hetta styrkir lokalsamfelagið og trivnaðin hjá øllum borgarum. Sjóvar kommunan hevur samtykt at seta ein arbeiðsbólk at gera neyðugar kanningar í sambandi við ætlanina um at byggja eina ítróttarhøll. Hetta er ein stór íløga við høgum rakstri, og tí skal arbeiðið fyrireikast væl. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út í seinnu hálvu næsta ár.

Býarplanlegging
Ein væl skipað kommuna er grundarlagið undir burðardyggum vøkstri, og hetta skal raðfestast. Sjóvar kommuna hevur tí sett pening av til býarplanlegging. Ætlanin er fyrst og fremst at arbeiða víðari við tí tilfari, sum longu liggur hjá kommununi. Sum partur av býarplanleggingini er ætlanin, m.a. at styrkja miðstaðarøkið við Garasjuna hjá Georg og skapa eitt hugnaligt stað, har fólk kunnu hittast. Ein samlað ætlan fyri økið skal gerast fyri at kanna hvørjir møguleikar eru. 

Bústaðarmøguleikar
Sjóvar kommuna veksur og tískil heldur arbeiði við nýggjum bústaðarmøguleikum fram. Víðari útstykkingin við Nónvarða fer í gongd í næstum, og ætlanin er at gera enn fleiri sethúsa- og íbúðargrundøki klár.

Øki sunnan fyri tunnilsmunnan
Sjóvar kommuna hevur sett pengar av til at byrja arbeiðið við økinum sunnan fyri tunnilsmunnan. Endamálið er fyrst og fremst at kanna, hvussu økið best kann skipast, og hvørji virksemi skulu vera har. Harumframt skal arbeiðast við at finna eina góða loysn til eina atkomuveg inn á økið.

Børn, ung og eldri
Sjóvar kommuna heldur sjálvandi fram við at raðfesta góðar karmar á dagstovninum, í skúlanum og á eldraøkinum. Tá børn og eldri hava tað gott, trívast vit øll saman. Vit vilja tryggja, at skattakrónurnar verða nýttar til nakað, sum gagnar okkum øllum, og sum ger Sjóvar kommunu til eitt gott stað at búgva í.
Pengar eru settir av til gøtuna millum Strendur og Kolbeinagjógv, sum verður ein gleði fyri mong, og sum knýtir bygdirnar meira saman.

Ferðavinna
Sjóvar kommuna arbeiðir fyri, at styrkja ferðavinnu og skapa møguleikar fyri størri lokalum virksemi. Fyrsta stig er eitt nýtt alment vesi við brúsu á Selatrað, sum ger økið meira hent fyri ferðafólk. Somuleiðis verður arbeitt við at gera tað møguligt at taka ímóti ferðaskipum á Hulki - ein spennandi verkætlan nú keiøki verður víðkað, somuleiðis sum Tjóðsavni kemur at hava ymiskt virksemið í Urðum.

Rakstur og viðlíkahald
Sjóvar kommuna fer at raðfesta rakstur og viðlíkahald av bygningum, keium, gøtum og øðrum økjum, so umstøðurnar í kommununi eru tryggar og í góðum standi. Hetta fevnir m.a. um viðlíkahald og umvæling av bátahyljum, dagføringar í skúlanum, skifta tekjuna á bygninginum í Langanesi og asfaltering av Hulkavegnum.

Pengar eru eisini settir av til at uppraðfesta kvøldskúlan. Vit ynskja fleiri tilboð til borgarnar og skal hetta økjast hvørt ár. 

 

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. nov 2025
Jólatræið á Strondum verður tendrað
25. nov 2025
Fíggjarætlanin fyri 2026 samtykt. Frágreiðing frá borgar­stjóra­num.
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 20.11.2025
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 22.10.2025
20. nov 2025
Broyting í byggisamtykt í Kolbeinagjógv
20. nov 2025
Kommunustýrisfundur 24. nov., kl. 17
20. nov 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. novembur 2025
19. nov 2025
Føroya Politi venjingar á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu