Tíðindi

13. nov 2025

Fundur í V&H 12. novembur 2025

 
Vinnu- og havnanevnd 12.11.2025
 
Møtt:Sonni Johansen, Artur Johansen og Drós Ellingsgaard

Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan: 16:45 – 18:00
 
 

Mál nr.: 547-1-2021 Vinnuøkið Innan Glyvur
 
Reist av: Sjóvar kommunu

Vinnu- og havnanevnd 12.11.2025
 
Fylgiskjøl: Umhvørvisflokkingar fyri vinnuøkið Innan Glyvur

Málslýsing: Hvussu skal umhvørvisflokkingarnar fyri vinnuøkið Innan Glyvur skipast.
 
Avgerð:
Nevndin mælir til at gera umhvørvisflokkingar fyri flokkarnar 1,2,3 á vinnuøkinum Innan Glyvur.

Nevndin mælir eisini til, at søla av vinnuøkjum verður framd eftir tilmæli frá avvarandi nevnd og samtykt í kommunustýrinum.

Lagt fyri kommunustýrið.

 

 

Fylgiskjal

Umhvørvisflokking fyri vinnuøkið Innan Glyvur

Flokkur 1 Umfatar virkir, ið ikki eru til nevnuligan ampa fyri sítt umhvørvi og tí kunnu integrerast í bústaðir. Virkir í hesum flokkinum eru serliga handlar við og uttan verkstøð, skrivstovur og annað virksemi. Frástøðan til bústaðir er fyri henda flokk eingin, og kunnu hesi virkir tí eisini staðsetast í einum býlingi.

 Flokkur 2 Umfatar virkir, ið geva orsøk til minni ávirkan á sítt nærmasta umhvørvi og kann staðsetast í øki, har tað eisini eru bústaðir. Virkir í hesum flokkinum eru serliga minni virkir sum bókbindarar, elektronikk verkstøð og t.d. starvstovur. Frástøðan til bústaðir, er fyri henda flokk uml. 20 metur.

Flokkur 3 Umfatar virkir, ið geva orsøk til ávirkan á sítt umhvørvi, serliga orsakað av uttandura aktiviteti og kann staðsetast í ídnaðarøki evt. í randarøki, sum minni dálkandi virkir. Virkir í hesum flokkinum eru serliga virkir sum tænastuvirksemi, handverkstøð og smærri matvøruvirki. Frástøðan til bústaðir, er fyri henda flokk uml. 20 - 50 metrar.


 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026
13. nov 2025
Fundur í V&H 12. novembur 2025
22. okt 2025
Fundur í V&H 22. oktobur 2025
18. sep 2025
Fundur í V&H 17/­9-2025
15. jun 2025
Fundur í V&H 15/­6- 2025
13. mai 2025
Fundur í V&H nevndini 12/­5-2025
14. feb 2025
Fundur í V&H nevndini 13/­2-2025
22. jan 2025
Fundur í Vinnu & havnanevnd­ini 19/­1-2025

Send boð til Sjóvar kommunu