Tíðindi

13. jun 2025

Fundur í Mentanar- og Frítíðarnevndini 12.06.2025

Møtt: Drós Ellingsgaard, Sandra L Østerø og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 14:00 – 15:15
Viðmerkingar:

 

Mál nr.: 17/00020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Viðarlundin Innan Glyvur Borgarar Innan Glyvur ynskja ein arbeiðsdag í viðarlundini Innan Glyvur. Upprunaligu ætlanirnar við viðarlundini eru viðfestar fundarinnkallingini. Til arbeiðsdagin er neyðugt við greiðum ætlanum, og tí má dagurin fyrireikast væl, kanska enntá við fakligari ráðgeving.
Avgerð: Samtykt at skipa fyri einum arbeiðsdegi

 

Mál nr.: 321-1-2025
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um námsfrøðiligan stuðul 2025/2026
Avgerð: Nevndin mælir til at leisturin við námsfrøðiligum stuðli í byrjanardeildini heldur fram. Málið lagt fyri fíggjarnevnd.

 

Mál nr.: 321-1-2024
Reist av: Næmingaráði í Stranda skúla
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin Kommunustýrið samtykti 16.12.2024 at taka av tilboðið frá Mest at gera girðing um sparkivøllin í skúlagarðinum. Í tilboðnum frá Mest var øll konstruktiónin til girðingina nýggj, ímeðan sjálvt hegnið var gamalt (tað sum stóð við gamla hondbóltsvøllin á Strondum). Tað vísur seg tó nú, at loysnin við gomlum hegni verður avbjóðandi og ikki nóg góð, og tí er nýtt tilboð innheintað, har hegni eisini inngongur í tilboðið. Nýggja tilboðið liggur í málinum, og umsitingin mælir til at tikið verður av hesum tilboði.
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av nýggja tilboðnum frá Mest á kr. 179.580,00. Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. des 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 11.12.2025
18. nov 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 17.11.2025
21. okt 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 20.10.2025
20. aug 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 18.08.2025
13. jun 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 12.06.2025
08. apr 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 07.04.2025
18. mar 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 17.03.2025
18. feb 2025
Fundur í Mentanar- og Frítíðar­nevnd­ini 17.02.2025

Send boð til Sjóvar kommunu