Tíðindi

23. apr 2026

Fundur í Mentanar- og Frítíðarnevndini 22.04.2026

Møtt: Drós Ellingsgaard, Sandra L Østerø og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 19:25
Viðmerkingar: Umsóknirnar til átakið “Saman um bygdina” vóru ikki viðgjørdar, tí tveir limir í nevndini vóru mettir at verða ógegniðir.

 

Mál nr.: 324-7-2026
Reist av: Ingun Johansen
Málslýsing: Umsókn um stuðul til “Saman um bygdina”
Avgerð: Tikið av skrá 

 

Mál nr.: 324-6-2026
Reist av: Artur Johansen 
Málslýsing: Umsókn um stuðul til “Saman um bygdina”
Avgerð: Tikið av skrá

 

Mál nr.: 324-5-2026
Reist av: Døgg Nónsgjógv
Málslýsing: Umsókn um stuðul til “Saman um bygdina”
Avgerð: Tikið av skrá

 

Mál nr.: 324-4-2026
Reist av: Rebekka L. Østerø
Málslýsing: Umsókn um stuðul til “Saman um bygdina”
Avgerð: Tikið av skrá

 

Mál nr.: 549-3-2025
Reist av: Ólavur í Geil
Málslýsing: Umsókn um stuðul til “Saman um bygdina”
Avgerð: Tikið av skrá

 

Mál nr.: 549-5-2025
Reist av: Chris Chung
Málslýsing: Umsókn um stuðul til “Saman um bygdina”
Avgerð: Tikið av skrá

 

Mál nr.: 321-3-2025
Reist av: Meinhard Mikkelsen
Málslýsing: Umsókn um stuðul til námsferð
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 328-1-2026
Reist av: Strálan
Málslýsing: Fýrverkssøla og trygd
Avgerð: Loyvi verður givið Stráluni at selja fýrverk í Langnes-bygninginum í 2026

 

Mál nr.: 328-3-2026
Reist av: Stranda Talvfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 25.000

 

Mál nr.: 321-1-2026
Reist av: Skúlastýrið fyri Stranda skúla 
Málslýsing: Ábøtur í skúlanum
Avgerð: Nevndin mælir til at fara í gongd við arbeiðið at umvæla tvær skúlastovur á miðhæddini í gamla skúla. Arbeiðið skal verða liðugt til skúlabyrjan í august.
Nevndin mælir eisini til at heildarætlan verður gjørd fyri Stranda skúla. Mælt verður til at kommunan fær ráðgeving til hesa uppgávu.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 328-4-2026
Reist av: Stranda Ítróttarfelag 
Málslýsing: Umsókn um stuðul til hallarleigu og rakstur
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 500.000.
Kr. 300.000 sum hallarstuðul og kr. 200.000 sum rakstrarstuðul.

 

Mál nr.: 324-3-2026
Reist av: Mao Otani og Viktor Rivera
Málslýsing: Ítróttareftirskúli á Strondum
Avgerð: Málið verður tikið upp í samband við arbeiðið at skipa frítíðartilboð til børn í 3.-6. flokki.

 

Mál nr.: 325-1-2026
Reist av: Explore Føroyar 
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 328-5-2026
Reist av: Strálan
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 25.000

 

Mál nr.: 328-6-2026
Reist av: Skála Ítróttarfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 100.000

 

Mál nr.: 328-7-2026
Reist av: Sørvágs Tónleikarfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul til Musikkstevnuna í Sørvági 2026
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl
12. aug 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
12. aug 2026
21 spent børn byrjað í fyrsta flokki í dag
12. aug 2026
Bókasavnið letur upp aftur í næstu viku!
11. aug 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð

Send boð til Sjóvar kommunu