Tíðindi

13. jun 2025

Fundur í Mentanar- og Frítíðarnevndini 12.06.2025

Møtt: Drós Ellingsgaard, Sandra L Østerø og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 14:00 – 15:15
Viðmerkingar:

 

Mál nr.: 17/00020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Viðarlundin Innan Glyvur Borgarar Innan Glyvur ynskja ein arbeiðsdag í viðarlundini Innan Glyvur. Upprunaligu ætlanirnar við viðarlundini eru viðfestar fundarinnkallingini. Til arbeiðsdagin er neyðugt við greiðum ætlanum, og tí má dagurin fyrireikast væl, kanska enntá við fakligari ráðgeving.
Avgerð: Samtykt at skipa fyri einum arbeiðsdegi

 

Mál nr.: 321-1-2025
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um námsfrøðiligan stuðul 2025/2026
Avgerð: Nevndin mælir til at leisturin við námsfrøðiligum stuðli í byrjanardeildini heldur fram. Málið lagt fyri fíggjarnevnd.

 

Mál nr.: 321-1-2024
Reist av: Næmingaráði í Stranda skúla
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin Kommunustýrið samtykti 16.12.2024 at taka av tilboðið frá Mest at gera girðing um sparkivøllin í skúlagarðinum. Í tilboðnum frá Mest var øll konstruktiónin til girðingina nýggj, ímeðan sjálvt hegnið var gamalt (tað sum stóð við gamla hondbóltsvøllin á Strondum). Tað vísur seg tó nú, at loysnin við gomlum hegni verður avbjóðandi og ikki nóg góð, og tí er nýtt tilboð innheintað, har hegni eisini inngongur í tilboðið. Nýggja tilboðið liggur í málinum, og umsitingin mælir til at tikið verður av hesum tilboði.
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av nýggja tilboðnum frá Mest á kr. 179.580,00. Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl
12. aug 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
12. aug 2026
21 spent børn byrjað í fyrsta flokki í dag
12. aug 2026
Bókasavnið letur upp aftur í næstu viku!
11. aug 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð

Send boð til Sjóvar kommunu