Tíðindi
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup
Anneke Højrup, sum í 40 ár hevur verið avloysari í læknaviðtalunum á Skála og Strondum, hevur gjørt av at leggja frá sær.
Í hesum sambandi skipaði Sjóvar kommuna fyri fráfaringarløtu fyri Anneke í kirkjuhúsinum á Strondum. Anneke eigur fýra børn, og trý av teimum brúktu, saman við vinfólki, høvið at koma til Føroyar í hesum sambandi.
Vit er ovfarin av, hvussu nógv fólk komu at heilsa uppá Anneke, onkra løtu var kirkjuhúsið ov lítið, og gávuborðið næstan hoknaði undir øllum gávunum.
Borgarstjórin takkaði Anneke fyri trúgva tænastu øll hesi ár, og handaði henni ein málning, sum Jamilla Collins hevur málað, av hennara húsum á Strondum. Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, takkaði eisini Anneke fyri alt, hon hevur gjørt fyri fólkini á vestara armi á Skálafjørðinum.
Sjálvt um Anneke ikki er kommunulækni meir, fara vit at síggja hana javnan á Strondum. Hon eigur hús her, og ætlanin er at vera her so ofta til ber.
Sjóvar kommuna takkar øllum, sum nýttu høvi at heilsa uppá, og vóna, at Anneke er glað fyri løtuna.