Tíðindi

09. okt 2025

Tilmelding til Stranda kvøldskúla

MELDA TIL SKEIÐ Í STRANDA KVØLDSKÚLA VIÐ AT TRÝSTA Á HESA LEINKJU!!

Stranda kvøldskúli bjóðar ungum sum eldri vælkomnum til eitt nýtt kvøldskúlaár, við nógvum fjølbroyttum og spennandi skeiðum.

Stranda kvøldskúli hevur í vetur 15 ymisk skeið á skránni. Fleiri skeið eru afturvendandi, men eisini eru fleiri nýggj skeið á skránni.

Tilmeldingin í ár verður skipað øðrvísi enn undanfarin ár. Í ár teknar man seg ikki hjá undirvísarunum, men ístaðin skal man melda seg til talgilt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu. Tilmeldingin letur upp hósdagin 9. oktober 2025 kl. 18:00. Ein grein verður løgd út á heimasíðuna www.sjovar.fo kl. 18.00 tann 9. oktober, við leinkju til tilmeldingina.

Øll skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku. Avmarkað pláss er til flestu skeiðini, so tí ræður um at vera klárur, tá tilmeldingin letur upp. Tilmeldingarskipanin megnar ikki at steðga tilmeldingum, tá skeiðið er fult, so tí fært tú svar í seinasta lagi dagin eftir, fríggjadagin 10. oktober, um tú ert sloppin á ynskta/u skeiðið/ini ella ikki. Um tú ynskir at melda til fleiri skeið, kann tað gerast undir einu og somu tilmelding.

Ymiskir kostnaðir eru fyri ymsu skeiðini – kostnaðurin sæst við lýsingina av skeiðnum niðanfyri.

Eru spurningar, ber til at ringja til Hans Petur Jacobsen, kvøldskúlaleiðara, á tlf. 232730.

 

Øll skeiðini síggjast niðanfyri:

 

Seyming

Undirvísari: Siri E. Gray

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Eftir avtalu

Skeiðslýsing: Kom og seyma tað, tú hevur hug til (undantikið føroyskar buksur, troyggju og vest).

At hava við:

  • Egna seymimaskinu (møguleiki er eisini at læna seymimaskinu frá skúlanum)
  • Seymiskrín v/tilhoyri.
  • Toy
  • Mynstur o.a., sum tú hevur brúk fyri.
  • Egnan kopp til drekkamunn.

Skeiðið er bæði fyri roynd og óroynd.

Handarbeiði

Undirvísari: Ásbjørg á Hálvmørk

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Eftir avtalu

Skeiðslýsing: Brodera til føroysk klæði

Svimjing fyri fólk við rørslu- og menningartarni

Undirvísari: Guðrun Ólavsdóttir

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Fríggjadagar kl. 16:00

Skeiðslýsing: Svimjing fyri fólk við rørslu- og menningartarni

Máling og list

Undirvísari: Hilmar Højgaard

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Eftir avtalu

Skeiðslýsing: Á skeiðinum fara vit at læra grundleggjandi um ymiskt tilfar og litir.

Skeiðið er baði tekniskt og listarligt. Vit fara at hyggja uppá ymisk hugtøk í listasøguligum høpi. Sjálvandi fara vit eisini at fáa royndir í at mála og fara at leggja dent á ymiskar teknikkir, í samband við eygleiðing, tilfar og handalag.

Millum annað fara vit at læra um :

  • litir og ymiskt tilfar
  • teknikkir til gerð av skitsum, hvussu vit brúka ljós, myrkur, skuggar og ymiskar strukturir
  • Perspektivering – at síggja mál í røttum høpi ella frá røttum sjónarhorni
  • Kyrrlutamynd (stilleben) - málningur av andleysum lutum, t.d. blómum, fruktum ella djór

Vit fara mest at brúka akryl og kolstiftir og mála á lørit.

Undirvísingin verður skipað sum partvís felags undirvísing, tó mest ein til ein.

Kom og lær at gera rullupylsu og kjøtpylsu

Undirvísari: Ásbjørg á Hálvmørk

Kostnaður: kr. 300

Hvar: í Stranda skúla

Nær: eftir avtalu

Skeiðslýsing: Á hesum skeiði fara vit at gera rullu- og kjøtpylsu. Tú fært frálæru í og vegleiðing til at meistra gamla føroyska hondverkið at framleiða hesar pylsur.

Skeiðið verður fyriskipað eitt ella tvey kvøld í oktober. 

Leirarbeiði

Undirvísari: Tóra Jóhannusardóttir

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Eftir avtalu

Skeiðslýsing: Á skeiðnum í leirarbeiði lærir tú um leir og ymiskar háttir at arbeiða við leirinum. Vit arbeiða serliga við trimum høvuðsteknikkum: klípa, pylsa og pláta, sum geva tær møguleika at evna bæði smáar og stórar lutir. Vit glasera eisini lutirnar. Skeiðið fevnir um átta vikuskiftir á 10 tímar hvørt, frá oktober til apríl.

Føroyskt fyri útlendingar

Undirvísari: Petra Gregersen

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Mánakvøld – klokkutíðin verður eftir avtalu

Skeiðslýsing: Skeiðið “ Føroyskt sum annaðmál” er ætlað teimum, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt og hava brúk fyri at læra føroyska málið fyri at kunna gerast partur av føroyska samfelagnum. Á skeiðinum verður undirvíst á ymiskum stigum alt eftir á hvørjum støði, luttakararnir eru. Møguleiki er fyri at fáa skeiðsváttan ella prógv eftir lokið skeið.

Stranda sangkór

Kórleiðari: Ásbjørn Berthelsen

Kostnaður: Eingin kostnaður

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Mikukvøld kl. 19:00 – 21:00

Skeiðslýsing: Stranda sangkór er kór undir Stranda kvøldskúla. Øll sangáhugað eru vælkomin at syngja við. Hetta kvøldskúlatilboðið er ókeypis!

Á sangskránni eru føroyskir traditionellir kórsangir og okkurt nýtt og spennandi.

Koyrikort til lítil prutl

Undirvísari: André Fr. Danielsen

Kostnaður: Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 1.500 + kr. 300 til Akstovuna.

Hvar: Ástøðisfrálæran er í Stranda skúla og koyrifrálæran á bygdavegastrekkjum á Strondum.

Nær: Eftir avtalu (mars/apríl)

Skeiðslýsing: Undirvísingin verður skipað soleiðis:

Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir. Av hesum eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.

Undirvísingin í ástøði verður umleið fýra kvøld. Møtiskylda er til allar tímarnar.

Næmingurin skal hava lógligt prutl við til koyrifrálæruna. Loyvi at koyra millum heim og undirvísingarstað í undirvísingartíðarskeiðinum verður givið.

Ert tú undir 18 ár, er eisini krav, at tú hevur verið á skeiði í fyrstuhjálp. Kvøldskúlin bjóðar eisini hetta skeiðið, sum fevnir um 8 tímar í frálæru:

  • 4 tímar í grundleggjandi uppafturlívgan
  • 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar

Undirvísingin í fyrstuhjálp verður í skúlatíð, og tá mugu næmingarnir biðja sær frí. Møtiskylda er til hesa undirvísing. Skeiðið skal verða gjøgnumført, áðrenn ástøðisroyndin verður tikin.

Endalig ástøðisroynd verður á Akstovuni, og verkliga koyriroyndin verður á Strondum.

Treytin fyri luttøku á skeiðnum er, at tú verður 15 ár áðrenn juni 2026.

Venjing og rørsla

Undirvísarar: André Fr. Danielsen og Eyðun Fr. Danielsen

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í fimleikarhøllini í Stranda skúla

Nær: Mánkvøld kl. 19:30 - 20:30

Skeiðslýsing: Vit fara at gera ymiskar venjingar, sum øll kunnu luttaka í uttan mun til støði.

Venjingarnar fevna m.a. um styrkisvenjing uttan amboð, stationsvenjingar og fjølbroyttar rørslur, har dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við og hava tað stuttligt saman.

Undirvísingin er 1 tími um vikuna, og tú nýtist ikki at hava nakra venjingarútgerð við – bert góðan hug at røra teg.

Trummu undirvísing

Undirvísari: Jasmin Jovanovic

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Mánadagar frá kl. 15:00 og úteftir

Skeiðslýsing: Trummuundirvísing fyri børn og ung

Hevur tú hug at læra at spæla trummur? Í hesi undirvísingini fara vit at arbeiða við grundleggjandi taktum og rytmumynstrum.

Vit læra at telja og spæla taktir, venja sangir, og seta alt saman, so tað verður bæði stuttligt og lætt at skilja.

Undirvísingin er løgd til rættis fyri øll frá 7 ár og uppeftir, og verður tillagað til einstaka næmingin – bæði fyri nýbyrjarar og tey, sum longu duga eitt sindur.

Málini eru, at tú skjótt skal fáa gleði av at spæla, men samstundis byggja upp góðar vanar og førleikar, sum tú kanst brúka víðari í tónleikinum.

Lær at gera bomm fyri nýbyrjarar

Undirvísari: Tóra Joensen

Kostnaður: kr. 200

Hvar: í Stranda skúla

Nær: 8. og 15. november

Skeiðslýsing: Vit møtast tveir leygardagar í november, har vit fara at gera bomm við ymiskum smakkum og litum. Vit fara at gera vanlig bomm og sleikisneisur.

Tøving/nálatøving

Undirvísari: Tóra Joensen

Kostnaður: kr. 500

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Hóskvøld kl. 19:00 – 22:00

Skeiðslýsing: Lær at tøva og nálatøva við ull. Vit fara at tøva flatur og skulpturar, umframt at nálatøva.

Lær at gera páskaregg – tvey ættarlið (1. skeið)

Undirvísarar: Mary Jansdóttir Petersen og Kára Mikkelsen

Kostnaður: kr. 300 fyri bæði ættarliðini

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Týsdagin 3. mars 2026 kl. 18:00 – 21:00

Skeiðslýsing: Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum (t.d. omma/abbi og barn ella mamma/pápi og barn), har vit hava eina hugnaliga og kreativa løtu, meðan vit læra at gera páskaregg.

Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri.

Lær at gera páskaregg – tvey ættarlið (2. skeið)

Undirvísarar: Mary Jansdóttir Petersen og Kára Mikkelsen

Kostnaður: kr. 300 fyri bæði ættarliðini

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Mikudagin 4. mars 2026 kl. 18:00 – 21:00

Skeiðslýsing: Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum (t.d. omma/abbi og barn ella mamma/pápi og barn), har vit hava eina hugnaliga og kreativa løtu, meðan vit læra at gera páskaregg.

Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri.

Vápnatrygdarskeið

Undirvísari: Jónstein Johannesen

Kostnaður: kr. 1.000

Hvar: í Stranda skúla

Nær: Leygardagin 25. oktober

Skeiðslýsing: Leygardagin 25. oktober verður skipað fyri vápnatrygdarskeiði.

Skeiðið verður hildið í Stranda skúla frá kl. 10.00 og úteftir.

Trygdarskeiðið lýkur øll krøv í vápnalógini. Skeiðið er sett saman av einum ástøðiligum og einum verkligum parti. Báðir partar enda við eini stuttari roynd. Verkligið parturin verður avgreiddur uttandura, og tí er neyðugt við fótbúnaði og klæðum sum eru egnaði til váttligar umstøður.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 kr., íroknað ábit og útgerð til skeiðið.

Tá ið tú hevur staðið vápnatrygdarskeiðið, hevur tú møguleika at søkja um vápnaprógv.

Tað er ikki neyðugt at eiga byrsu fyri at tilmelda seg skeiðið. Øll, bæði royndir og minni royndir skjúttar, eru tí vælkomnir at melda til skeiðið.

Meir kunning um vápnatrygdarskeið, vápnaprógv o.a. kann lesast her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
13. okt 2025
Eydnuhjól og vørutombola
13. okt 2025
Fyrstu íbúðirnar við Hálsatjørn reistar
10. okt 2025
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup
10. okt 2025
Tíðindaskriv frá Pensjónista­felagnum
08. okt 2025
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 12. oktobur kl 11.
07. okt 2025
Kommunuskrivstovan stongd
01. okt 2025
Morgunkaffi í Missións­húsinum

Send boð til Sjóvar kommunu