Tíðindi

27. okt 2025

Sunleiv fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu

Fyrst í september varð nýtt føroyskt heiðurstekin stovnað at heiðra tilbúgvingarfólk, fyri drúgva og trúgva tænastu, og fríggjadagin 24. oktober varð fyrsta heiðursteknið handað.

Tað var Sunleiv Højgaard frá Skálafjarðar sløkkiliði, sum varð heiðraður.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen sigur m.a. soleiðis sambært heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum:

Sunleiv Højgaard kann sigast at vera ein stovnur í sjálvum sær innan føroysku tilbúgvingina. Í meira enn fjøruti ár hevur hann staðið í fremstu røð – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd. Bæði tá eldurin hevur tikið seg upp, tá náttúran hevur víst sína styrki, og tá menniskju hava verið í neyð.

Sunleiv hevur verið við til at byggja upp eitt sløkkilið og eina tilbúgving sum stendur sterk og væl fyri í dag. Hann hevur tikið ábyrgd og ment fakligu dygdirnar, og samstundis lagt dent á, at arbeiðið verður gjørt skynsamt, tryggiliga og við virðing fyri fólki og uppgávu. Sunleiv hevur sýnt, at tilbúgving er meira enn at sløkkja eld – tað er at skapa tryggleika og álít í einum felagsskapi, har hvør veit, at onkur stendur klárur, tá tað krevst.

At Sunleiv fekk handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er eisini ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið. Við hesum tekni vilja vit vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samhaldi.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. okt 2025
Brævatkvøður til kirkju­ráð­svalið 4. nov.
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
27. okt 2025
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup
27. okt 2025
Sunleiv fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu
22. okt 2025
Kommunustýrisfundur 27. oktober
22. okt 2025
Fundur í V&H 22. oktobur 2025
22. okt 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 21.oktobur 2025
20. okt 2025
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup

Send boð til Sjóvar kommunu