Tíðindi

17. okt 2025

Støkk-inn koppseting

Vit fara at hava støkk-inn koppseting:

mikudagin 5. novembur frá kl.13 - 15:30


Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og korona sama dag.

Mælt verður til, at hesir bólkar, lata seg koppseta:
- Tey, sum eru 65 ár og eldri
- Fyritíðarpensjónistar (bert beinkrím)
- Tey, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu
- Tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta immunverju
- Húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
- Heilsu og røktarstarvsfólk
- BMI yvir 35
- Barnakonur frá 13. viku

Ert tú í iva, um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kanst tú venda tær til okkum. Ert tú undir 65 ár og ikki líkur krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrími, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur. Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apotekið.

Læknaviðtala 4 og 5 á Strondum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
17. okt 2025
Støkk-inn koppseting
16. okt 2025
Hugnakvøld í bygdahúsinum
16. okt 2025
Vallistar til kirkju­ráð­svalið 4. nov.
15. okt 2025
Kommunal- og regional- valget i Danmark tirsdag den 18. november 2025
15. okt 2025
Svimjuhylu­rin stongdur í heyst­frítíðini
15. okt 2025
Partur av Fløtuvegi á Strondum stongdur
14. okt 2025
Christmas Child

Send boð til Sjóvar kommunu