Tíðindi

14. okt 2025

Christmas Child

Nú fara vit aftur at samla skógvaeskjur inn til Christmas Child.

Í ár fara vit ikki at hava eitt familjumøti, har vit samla eskjur inn, men tit eru hjartaliga vælkomin at lata eskjur inn í sunnudagsskúlanum/kirkjuhúsinum og í missiónshúsinum allan hendan mánaðan, tvs. inntil 26. okt.

Tit eru eisini vælkomin at lata eskjurnar inn hjá Sigrid á Kinn Olsen, Poulu Jacobsen ella Anna Sofíu Jacobsen.

Í ár fara eskjurnar til Ukraina og Miðasia.

Christmas Child hevur eina heimasíðu, sum eitur www.christmaschild.fo, og har finna tit góð hugskot til, hvat tit kunnu leggja í skógvaeskjurnar. Tað er eisini møguligt at keypa skógvaeskjur á netinum, og leinkið til tað, finna tit eisini á www.christmaschild.fo.

Síðsta freist at lata skógvaeskjur inn er, sum sagt, 26. okt.

Vónandi taka vit væl undir við hesum tiltaki.

 

Christmas Child-nevndin í Missiónshúsinum á Strondum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. nov 2025
Fundur í V&H 12. novembur 2025
11. nov 2025
90 ára føðingardagur
11. nov 2025
Vaskifólk til skúlan
10. nov 2025
Felags foreldrafundur í Stranda Skúla
10. nov 2025
Strandagentur eru best
07. nov 2025
25 ára starvsdagar
07. nov 2025
Varðveitingarmiðstøð Innan Glyvur
06. nov 2025
Fríðuf­løtur stongdur fríggjamorgunin

Send boð til Sjóvar kommunu