Tíðindi

18. sep 2025

Fundur í V&H 17/9-2025

Møtt: Sonni Johansen, Artur Johansen og Drós Ellingsgaard
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 18:20
Viðmerkingar: Tummas fór av fundinum kl. 17.55

 

Mál nr.: 546-1-2025 Útbygging av atløgubryggju og havnaøkinum á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilboð er komið frá P/F Rókin, um at gera kaj millum sunnaru og norðaru kaj á Hulki.
Tilboðið er til viðgerðar
Avgerð: Nevndin mælir til at bryggja verður gjørd millum bryggjurnar á Hulki og leggur málið fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.

 

Mál nr.: 546-5-2020 Grótkastið í Heygsstøð
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Viðurskiftini í bátahylinum í Heygsstøð eru ikki hóskandi, tá nógvur vindur og alda er.
Simuleringar eru gjørdar, við atliti at minka um opið millum bátahylin og kajina á Heygstøð.
Nevndin skal viðgera simuleringarnar
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum

 

Mál nr.: 546-1-2019 Vinnuøki á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vinnuøki skal víðkast á Hulki. Samtykt er at vippa grót á sjógv, og harvið at gera økið sunnanfyri Høj Flutning størri. Tekning er gjørd, og verður løgd framm.
Avgerð: Kunning um málið

 

Mál nr.: 542-21-2025 Zink til nýggju bryggjuna á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tá nýggja bryggjan á Hulki varð gjørd í 2019/2020, bleiv zink-anodur ongantíð keypt og ásett nýggju bryggjuna. Hetta varð gjørt bæði fyri at spara pening, tá stóra íløgan varð framd, men eisini tí tað ikki varð neyðugt, og kanska enntá betri, at zink-anodur ikki vóru ásett beinanvegin, men heldur nøkur ár eftir at bryggjan varð gjørd.
Tilboð fyri zink-anodur v/montering fyriliggur
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av tilboði frá veitara á kr. 503.271,00
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026
13. nov 2025
Fundur í V&H 12. novembur 2025
22. okt 2025
Fundur í V&H 22. oktobur 2025
18. sep 2025
Fundur í V&H 17/­9-2025
15. jun 2025
Fundur í V&H 15/­6- 2025
13. mai 2025
Fundur í V&H nevndini 12/­5-2025
14. feb 2025
Fundur í V&H nevndini 13/­2-2025
22. jan 2025
Fundur í Vinnu & havnanevnd­ini 19/­1-2025

Send boð til Sjóvar kommunu