Tíðindi

Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 17.-25. mai 2025
Vit kunnu nú endiliga kunngera skránna fyri Kom-Út-Vikuna 2024. Hetta er ein vika við tiltøkum til øll, frá tí yngsta til tann elsta.
Fyrsta tiltak fer longu av bakkastokki leygardagin 17. mai, men annars er Kom-út-vikan frá mánadegnum 19. mai til sunnudagin 25. mai.
Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta dagarnar av til hesa viku. Mest sum øll tiltøkini á Kom-Út-Vikuni" eru ókeypis - tað eru bert konsertirnar í Sjóvarstovu, sum kosta.
Meira kunning um tey ymsu tiltøkini sæst so líðandi á heimasíðu okkara og á Facebook.
Nøkur tiltøk á Kom-Út-Vikuni eru tengd at rímiligum verðurlíkindum. Um veðrið ikki er til vildar, verða tiltøkini flutt/avlýst - kunnað verður um hetta á heimasíðu kommununar.
Leygardagur 17. mai
Kl. 15:00-17:00 - Planta eitt træ
Hvar? Við fornminnasavnið í Heygsstøð 4, 490 Strendur
Sjóvar kommuna deilir út plantupakkar og grønmetisspírar við fornminnasavnið í Heygsstøð. Hvørt húski í Sjóvar kommununi fær eina plantu. Í ár er eisini møguligt at fáa grønmetisspírar ístaðin fyri plantu.
Børnini sleppa eisini í part, tí skipað verður eisini fyri ertra-planting fyri børn. Børnini skulu sjálvi hava íløt fylt við mold við sær. Hvørt barnið kann hava fýra íløt við. Ílatið skal verða í minsta lagi 10 cm djúpt. T.d. tómir mjólkapakkar eru vælegnaðir til ertra-planting. Børn undir skúlaaldur skulu hava vaksnan persón við sær.
Mánadagur 19. mai
Frá Kl. 15:00 - uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
1-2 vanlig talvborð verða eisini sett upp, og fólk við kunnleika til talv verða til staðar og vegleiða.
Kl. 18:00 - Súkklutúrur við Súkklu- og Triathlon felagnum Troy
Hvar? Møtast við bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Súkklu- og Triathlon felagið Troy skipar fyri einum felags súkklutúri mánadagin 19. mai kl. 18:00.
Tùrurin byrjar og endar við bygdahúsið á Strondum.
Veljast kann ímillum at súkkla ein styttri/lættari tein ella ein longri/tyngri túr.
Øll eru vælkomin at súkkla við, heilt frá smábørnum á rennisúkklu til ommur og abbar á rolator-súkklu.
Minnist til hjálmin.
Kl. 19:00 - Klassisk konsert í Sjóvarstovu við Sjógv
Mánakvøldið 19.mai kl.19.00 verður ein serstøk og sjáldsom konsertuppliving í Sjóvarstovu við Sjógv.
Heimskendu tónleikararnir Dimitri Illarionov á guitar, Sergey Malov á violin, Anna Koshkina og Boris Andrianov á cello og okkara egni dugnaligi klaverleikari Jóhannes Andreasen fara at framføra eina flotta konsertskrá.
Hetta verður eitt bland av altjóða kendum klassiskum tónleiki, eitt nú eftir Bach, Schubert, Couperin o.o, og eisini crossover tónleiki, har tann klassiski tónleikurin møtir improvisatión og frælsi.
Atgongumerki til konsertina á kr. 210 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo. Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, so tað ræður um at skunda sær at keypa.
Áðrenn, í steðginum og eftir konsertina ber til at keypa drykkjuvørur og okkurt lætt aftur við.
Týsdagur 20. mai
Kl. 09:30-10:00 - Kom og ver saman við skúlabørnum í einum fríkorteri
Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 11:00-12:00 - Venjing fyri pensionistar (67+)
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
Øll eru vælkomin - eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.
Frá Kl. 15:00 - uttandura talv við Stranda talvfelag
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda Talvfelag skipar fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið.
Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.
1-2 vanlig talvborð verða eisini sett upp, og fólk við kunnleika til talv verða til staðar og vegleiða.
Kl. 18:00 - Skála ítróttarfelag skipar fyri brotssparkskapping
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Býtt verður í hesar aldursbólkar:
- U5 og U7 gentur og dreingir saman
- U9 og U11 gentur & U9 og U11 dreingir
- U13 og U16 gentur & U13 og U16 dreingir
- Vaksin
Vinnarar fáa steyp.
Mikudagur 21. mai
Kl. 16:00-21:00 - Ókeypis almenn svimjing
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 16-17: Almenn svimjing fyri familjum við pinkubørnum
- Kl. 17-20: Almenn svimjing fyri øll
- Kl. 20-21: Almenn svimjing fyri vaksin
Kl. 17:00 - Pippi fyllir 80 ár - Søguløta v.m. á Stranda bókasavni
Hvar? Bókasavnið, Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Mikudagin 21. mai fyllir Pippi 80 ár, og tað fara vit at hátíðarhalda á bókasavninum á Strondum.
Á skránni verður søguløta við bókini ”Kennir tú Pippi Langsokk”. Eftir hetta verður filmur um Pippi vístur í Borgini í skúlanum, og okkurt lekkurt verður afturvið.
Møguligt verður eisini at fara á eina Pippi-postarenning í bygdini.
Kom við í føðingardag hjá Pippi mikudagin 21. mai kl. 17:00 á bókasavninum á Strondum.
Kl. 19.30 - Vár við lýggjum vindi
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Mikukvøldið 21. mai kl. 19.30 verður stórt sangtiltak við Stranda sangkóri í bygdahúsinum á Strondum.
Á kvøldinum verður dentur lagdur á nógvan og góðan felagssang, umframt at staðbundin fólk fortelja skemtisøgur. Eisini framførir Stranda sangkór hugtakandi og góðar sangir, sum tey hava vant í vetur.
Tiltakið verður í stóra sali, so tørvur er á stórari fjøld fyri á fáa felagssangin á flog.
Lagkøka v.m. og kaffi/te kunnu njótast við café-borðini, sum verða sett upp í stóra sali.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin í bygdahúsið til sang og hugna.
Hósdagur 22. mai
Kl. 10:30-11:30 - Kom og syng saman við byrjanardeildini í Stranda skúla
Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 18:00 - Grilling við Lítlafløtt
Hvar? Við barnagarðin Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur
Hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla.
Hoppiborgir verða blástar upp á vøllinum til børnini.
Kl. 20:00 - Fótbóltur fyri menn
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Allir menn, royndir sum óroyndir, eru vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið, sum dystast móti hvør øðrum.
Aldursmark: 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz.
Kl. 20:00 - Festlig konsert viđ Gørpum í Sjóvarstovu
Jalig og festlig konsert verður í Sjóvarstovu við Sjógv hóskvøldið 22. mai kl 20.00 við manskórinum Garpum.
Stutt um Garpar:
Talan er um 15 mans úr Sørvági, sum hava stovnað eitt øðrvísi kór. Umframt at syngja fleiri vakrar og lættar sangir, so syngja teir eisini festligar og stuttligar sangir. Teir framføra javnan til tiltøk og veitslur - og hava teir undirhald í millum sangirnar.
Kórleiðarin hjá Gørpum er Rúna á Rógvu.
Atgongumerki til konsertina á kr. 160 kunnu keypast á www.atgongumerki.fo. Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, so tað ræður um at skunda sær at keypa.
Hurðarnar lata upp ein tíma undan konsertina - t.v.s. kl 19.00.
Áðrenn, í steðginum og eftir konsertina ber til at keypa drykkjuvørur og okkurt lætt aftur við.
Fríggjadagur 23. mai
Kl 10:30-11:30 - Søguløta á bókasavninum
Hvar? Bókasavnið, Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 17:00 - Krabbaveiða á Kumlum
Hvar? Kumlar - á eystursíðuni úti í Raktanga
Havið glúp og spann við.
Kl. 18:00-21.00 - Málningaframsýning í Sjóvar Fornminnasavni
Fríggjakvøldið 23. mai kl. 18:00 til 21:00 verður stór málningaframsýning í kjallaranum í Sjóvar Fornminnasavni við málningum hjá staðbundnum fólki.
Málningaframsýningin verður sett kl. 18:00
Café Bella verður opin,meðan framsýningin er, har fólk kunnu keypa sær ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið.
Leygardagur 24. mai
Kl. 09:00-12:00 - Ókeypis almenn svimjing
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 09-10: Almenn svimjing fyri vaksin
- Kl. 10-12: Almenn svimjing fyri øll
Kl. 10:00 - Dyppa og svim við Sjógv
Hvar? Við bátahylin við Sjógv
ØLL ERU VÆLKOMIN – bæði roynd og óroynd.
Børnini eru sjálvandi vælkomin við; tey kunnu vera í vátdrakt. Best er, um onkur vaksin er við børnunum.
Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Har er ein fínur dyppi-stigi, so lætt er at fara útí og koma upp aftur.
Vit skifta í stóra almenna skiftirúminum (undir opnum himli).
Aftaná dyppingina bjóða vit kaffi, te og okkurt søtt. Børnini fáa saft. (Havið egnan kopp við).
Tey, sum ikki hava verið og dyppað fyrr, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð:
- Svimjidrakt/svimjibuksur
- Lastikk til hárið
- Húgvu
- Stórt handklæði
- Hanskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga tað
- Okkurt at standa á, t.d. eitt lítið handklæði
- Stóra fløsku við flógvum/heitum vatni
- Hálvhosur og kanska eina heita troyggju at fara í aftaná
Tað er bara at leypa úti tað - hetta verður heilt víst stuttligt.
Kl. 15:00 - Barnaleikur um Bukkarnar Brúsa, sum aftur í ár eru ávegis í feitilendi
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda sjónleikarafelag skipar aftur í ár fyri útibarnaleiki, við útgangsstøði í kenda ævintýrinum um bukkarnar Brúsa. Men heldur ikki hesa ferð er alt, sum tað eigur at vera. Enn einaferð hava aðrir leikpartar úr kendum ævintýrum sníkt seg inn í søguna – Forvitin? Kom og hygg!
Kl. 20:00 - Kvinnukvøld
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Leygarkvøldið 24. mai kl. 20:00 verður skipað fyri kvinnukvøldi í bygdahúsinum á Strondum.
Kvøldið verður fyriskipað soleiðis, at fyrru helvtina av kvøldinum verður møguligt at gera ymiskt kreativt, meðan fleiri staðbundnar kvinnur koma at syngja fyri okkum.
Til seinnu helvt av kvøldinum verður ymiskt undirhald, m.a. quiz.
Leskiligt ábit og drykkivørur verða at fáa á kvøldinum. Viðvíkjandi ábiti er neyðugt við tilmelding til tiltakið. Send sms við navni til tlf.nr. 232725. Tiltakið er annars ókeypis.
Sunnudagur 25. mai
Kl. 15.00 - Gongutúrur niðan á Borgarfelli
Hvar? Gongutúrurin byrjar við ítróttarhøllina á Skála, Undir Mýruhjalla 5, 480 Skála
Kári Jacobsen av Selatrað verður ferðaleiðari á túrinum.
Túrurin byrjar við ítróttarhøllina á Skála. Haðani verður gingið niðan á Borgarfelli. Uppi á Borgarfelli eta vit matpakka, áðrenn túrurin gongur oman til Selatraðar. Har bíðar bussur okkum, og koyrir bussurin gongufólki aftur til bilarnar við høllina á Skála.
Havið egnan matpakka við.