Tíðindi

12. mai 2025

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan í Sjóvar kommunu

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, hevur í dag, mánadagin 12. mai, verið á vitjan í Sjóvar kommunu.

Landsverk hevur ábyrgd av landsvegakervinum ið bindur bygdirnar í kommununi saman, líka av Selatrað til Innan Glyvur, og tí er týdningarmikið við góðum samskifti millum kommunu og landsmynduleikan.

Tosað varð um ymsar avbjóðingar runt um í kommununi, men høvðusdentur var á ynsktu íbindingina í landsvegin við Raktanga. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, kunnaði landsstýrismannin um avbjóðingina við allari ferðsluni gjøgnum bygdina, sum hevði kunna verið loyst, við áður nevndu íbinding.

Við hesum fundi ynskir Sjóvar kommuna at vísa nýggja landsstýrismanninum, at kommunan ynskir at verða ein góður viðleikari, til tess at finna skilagóðar loysnir á avbjóðingarnar við landsvegnum gjøgnum kommununa.

Sjóvar kommuna takkar nýggja landsstýrismanninum fyri vitjanina, og vónar at land og kommuna, saman, finna fram til góðar loysnir, okkum øllum at gagni.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv
06. mar 2026
Havnaútbyggingin á Hulki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli
03. mar 2026
Broyting í rusk-innsavning­ini á Strondum og fyri Innan Glyvur
02. mar 2026
Handahornið, í bygdahúsi­num týskvøldið 10. mars
27. feb 2026
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 5. februar 2026
27. feb 2026
Kommunustýrisfundur 26.02.2026

Send boð til Sjóvar kommunu