Tíðindi

01. mai 2025

Leigulendi til veltu

Allir borgarar í Sjóvar kommunu fáa nú møguleikan at velta eitt leigað lendi.

Sjóvar kommuna eigur nakað av óbrúktum lendi, og ætlanin er, at partur av hesum lendi, skal kunna gagna borgarunum í kommununi. Talan er um økið við Lághálsar á Strondum, úti móti Raktanga.

 Kommunan bjóðar tvær ymiskar støddir av leiguøkjum:

·         10 fermetrar fyri kr. 100 um árið

·         50 fermetrar fyri kr. 300 um árið

Hugsanin er, at størru leiguøkini hóska væl til eplaveltu, meðan minnu økini hóska væl til veltu av øðrum slagi, t.d. til grønmeti.

Sjóvar kommuna slær og burturbeinur deyðagrasið á leiguøkjunum fyrst í næstu viku (viku 19), og síðani fær leigarin atgongd til økið.

Ein velta kann leigast fyri hvørt húski.

Um tú ynskir at leiga eitt øki, ber til at tilmelda seg á hesi leinkju. Til ber eisini at tilmelda seg við at ringja á telefon 232725.

Í samband við at kommunan bjóðar út leiguøki, verður skipað fyri einum íblástrar-tiltakið hóskvøldið 8. mai kl. 18.30, har fólk koma at greiða frá ymiskum møguleikum og royndum við epla- og grønmetisveltum. Íblástrar-tiltakið er ikki bert ætlað teimum sum leiga eitt øki, men øllum áhugaðum í veltu av ymiskum slag.

Á tiltakinum luttaka Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, og okkara egna Eva Andersen, sum er persónurin aftanfyri facebook-bólkin "Urtagarðurin hjá Evu á Strondum". Bæði tvey hava drúgvar royndir við veltum og vøkstri av ymiskum slag, og koma tey at greiða frá ymiskum, heilt frá hvussu ein í smáum byrjar at velta, til meira alternativar loysnir og møguleikar við veltum.

Ein kaffimuður verður eisini at fáa, og møguleiki verður at seta spurningar. 

Sjóvar kommuna ynskir at øll, roynd sum óroynd, skulu hava møguleikan at velta, og tí fara vit at skipa fyri einum degi, har fólk, sum eru von at velta, eru á staðnum og læra frá sær.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. jun 2026
Eldraráðið økisfund í bygdahúsi­num á Strondum
16. jun 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
15. jun 2026
on
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
12. jun 2026
Fíggjar­nevndarfundur 11.06.2026
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár

Send boð til Sjóvar kommunu