Tíðindi

13. mai 2025

Planta eitt træ

Sjóvar kommuna bjóðar aftur í ár plantupakkar til borgarar sínar. Hetta verður gjørt leygardagin 17. mai kl. 15:00 - 17:00 við Fornminnasavnið í Heygsstøð.

Hvørt húski í Sjóvar kommunu fær eina plantu.

Veljast kann millum ymiskar plantur. Sum nakað nýtt, verður í ár møguligt at velja sær grønmetisspírar ístaðin fyri plantu.

Fólk við kunnleika um plantur og grønmeti verða á staðnum og vegleiða, um tørvur er á tí.

Tað er avmarkað nøgd av hvørjum plantuslagi, og tí brúka vit ”først til mølle”-prinsippið.

Børnini sleppa eisini í part, tí skipað verður eisini fyri ertra-planting fyri børn. Børnini skulu sjálvi hava íløt fylt við mold við sær. Hvørt barni kann hava fýra íløt við. Ílatið skal í minsta lagi verða 10 cm djúpt. T.d. tómir mjólkapakkar eru vælegnaðir til ertra-planting. Børn undir skúlaaldur skulu hava vaksnan persón við sær.

Hetta tiltakið tjóðstartar Kom-út-vikuna, sum annars verður dagarnar 19.-25. mai. Skráin fyri Kom-út-vikuna verður kunngjørd í næstum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. des 2025
Nýtt vinnuøki Innan Glyvur
09. jan 2026
45 fólk fleiri enn 1. januar í fjør
08. jan 2026
Sløkkiliðsmenn verða heiðraðir
07. jan 2026
Áheitan til bilførarar
07. jan 2026
Almenn svimjing byrjar aftur
06. jan 2026
Áheitan um ruskposan
06. jan 2026
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
05. jan 2026
Starv í Stranda skúla

Send boð til Sjóvar kommunu