Tíðindi
Fundur í Mentanar- og Frítíðarnevndini 17.02.2025
Møtt: Drós Ellingsgaard, Sandra L Østerø og Jóhan H. Funn
Umframt: Hans Anders Jacobsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 19:00 – 21:50
Viðmerkingar:
Mál: Gjøgnumgongd av øki 3 og 4 í fíggjarætlanini
Økini 3 og 4 í fíggjarætlanini, sum Mentanar- og Frítíðarnevndin umsitur, vóru gjøgnumgingin.
Mál nr.: 328-1-2025 – St.Í.F., umsókn um stuðul
Reist av: St.Í.F.
Málslýsing: Umsókn um rakstrarstuðul og stuðul til hallarleigu
Avgerð: Samtykt at veita stuðul á kr. 250.000 í rakstrarstuðli og kr. 250.000 í hallarstuðli.
Mál: Stuðul til mentan
Avgerð: Nevndin ynskir at stuðulsumsóknir verða viðgjørdar samlaðar tvær ferðir um árið.
Mál nr.: 323-5-2024 – Tónleikasamband Føroya, umsókn um stuðul til Økistónar
Reist av: Tónleikasamband Føroya
Málslýsing: Umsókn um stuðul til økistónar
Avgerð: Samtykt at veita stuðul til skipanina "Økistónar" á uml. kr. 15.000 fyri 2025 (1 kr. pr. borgara pr. mánað).