Tíðindi

22. jan 2025

Fundur í Vinnu & havnanevndini 19/1-2025

Fundur í Vinnu- og havnanevndin 12.1.2025 

Møtt:Sonni Johansen, Artur Johansen, Drós Ellingsgaard
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Bárður Danielsen
Skrivari: Jóhan Blábjørg
Klokkan:17:00 – 18:15
Viðmerkingar: Bárður fór av fundinum kl 17:40

 

Mál nr.: 542-3-2023 Vegaføring til øki við Langanes
 
Reist av: Sjóvar kommunu
Dagf.:16 jan. 2023 
Málslýsing:Vegaføring skal gerast til øki við Langanesi. Kommunustýrið 2020-24 samtykti at vegur skuldi gerast til økið gjøgnum matr 365a. Viðgerðast skal um hvussu skal arbeiðast víðari.
Avgerð:Limirnir blivu kunnaðir um málið.

Mál nr.:659-1-2024 Mekon- keyp av gróti
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.: 14/11-2024 
Málslýsing: Kommunustýrið samtykti 25.11-24, av taka av tilboðnum hjá Mekon um keyp av gróti.                           V&H nevndin skal avgerða, hvar grótið skal leggjast á Hulki. 
Avgerð: Nevndin mælir til, at leggja gróti frá pirðinum við Højflutning og norðureftir.

Mál nr.:546-5-2020  Grótkastið í Heygstøð
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:19/11-2020 
Málslýsing: Viðurskiftini í bátahylinum í Heygsstøð eru ikki hóskandi tá nógvur vindur er, og aldurnar koma av landsyningingi. Tá eru trupulleikar við órógvi og súgi í bátahylinum. Somuleiðis eru viðurskiftini keðilig við Langubrúgv, tá nógvur vindur er av eystri.

Avgerð:Avgjørt at taka málið uppaftur og arbeiða víðari við hesum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. feb 2025
Fundur í V&H nevndini 13/­2-2025
22. jan 2025
Fundur í Vinnu & havnanevnd­ini 19/­1-2025
19. nov 2024
Fundur í V&U
29. aug 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 28. august2024
11. jun 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 10. juni 2024
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
12. mar 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 11. mars 2024
16. feb 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 15.02.2024

Send boð til Sjóvar kommunu