Tíðindi

11. des 2024

Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 10.12.2024

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 19:00 – 19:45
Viðmerkingar:


Mál nr.: 321-5-2024
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Innbúgv til nýggja hondarbeiðsstovu í Stranda skúla
Nú nýggj hondarbeiðsstova verður gjørd, má eisini nýtt innbúgv keypast til hesa stovu.
Tveir veitarar hava givið tilboð til nýtt innbúgv.
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av bíligara tilboðnum á innbúgv til nýggju hondarbeiðsstovuna.
Lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 321-1-2024
Reist av: Næmingaráðið
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av innkomnum tilboðið at seta upp hegn runt um multivøllin í skúlagarðinum.
Lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 323-4-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nýtt spæliøki við Stranda skúla
Ein partur av ætlanini at gera spæliplássið endaliga liðugt, var at trøð og runnar skuldu plantast í skráningunum millum leikurnar. Hetta fer at gera økið meir hugnaligt og fjálgt, samstundis sum tað eisini fríðkar um.
Arbeiðið er partvíst byrja, tá miðdeildin í seinastu viku, saman við starvsfólkum úr Hjálpirót, gróðursettu uml. 150 trøð og plantur. Ætlanin er at gróðurseta millum 1.000 og 1.500 trøð og runnar tilsamans
Avgerð: Nevndin mælir til at trøð og runnar verða gróðursett rundan um spæliøkið, vísandi til kostnaðarætlanina.
Lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 321-6-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Leggja gólv á skúlastovur
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av innkomnum tilboðið at leggja gólv á tvær skúlastovur.
Lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 542-32-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gera uppskot hvussu gamli og nýggji skúli kunnu bindast saman
Avgerð: Nevndin mælir til at heita á ráðgeva, at tekna uppskot hvussu gamli og nýggi skúli kunnu bindast saman.
Lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 321-7-2024
Reist av: Stranda skúla
Málslýsing: Innbúgv í Stranda skúla
Avgerð: Nevndin mælir til at taka av tilboði at keypa sofur til gongina á miðhædduni í gamla skúla.
Lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. jul 2026
Avbrot á fipursambandi­num á Strondum
09. jul 2026
Tvey umboð í Sjóvar kommunu til EM fyri unglinga-landslið í dart
07. jul 2026
Strandingu­rin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu
25. jun 2026
Vatnið er nú reint aftur
24. jun 2026
Team Rynkeby vitjar á Strondum
23. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18.06.2026

Send boð til Sjóvar kommunu