Tíðindi

25. sep 2024

Stuðulstiltak fyri Tæn Afrika í bygdahúsinum á Strondum

Sunnudagin 29. septembur klokkan 17.00 verður stuðulstiltak í bygdahúsinum á Strondum fyr Tæn Afrika.

Eins og seinasta ár verður nógv spennandi á skránni, m.a. sangframførslur, andakt og søla av ymiskum. Ein drekkamunnur verður eisini at fáa.

Tiltakið er ókeypis men høvið verður at lata eina gávu til Tæn Afrika.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Tey ið luttaka við sangi eru:

  • Eyðun Jacobsen
  • Terje B Vestergaard
  • Jan Jacobsen
  • Silja Frederiksberg
  • Magni Christiansen
  • Harmonikuvinir

Øssur Kjølbro hevur andaktina.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar
23. okt 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. okt 2026
Fíggjar­nevndarfundur 19.10.2026
20. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. okt 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD

Send boð til Sjóvar kommunu