Tíðindi

12. jun 2024

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 10.06.2024

 

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin, 10.06.2024
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen
 
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:10

Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging við Hálsatjørn
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning um gongdina í málinum.
Avgerð: Vísandi til §7 í Kunngerðini mælir nevndin mælir til, at verkætlanin verður boðin út av nýggjum.

Mál nr.: 541-6-2024, broyting í byggisamtykt, matr. nr. 79bs
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Neyðugt verður at broyta byggilinjuna fyri fáa mest burturúr. Umhvørvismálaráðið heldur ikki, at byggisamtyktin skal broytast, men at kommunan heldur skal brúka heimildina til at geva frávik.
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður givið sambært uppskoti frá tekniska leiðara. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 542-16-2024, umsókn um graviloyvi
Reist av: MEKON
Málslýsing: Søkt verður um graviloyvi á matr. nr. 79bs og 79bt.
Avgerð: Graviloyvi kann ikki gevast fyrr enn eigaraviðurskiftini eru broytt.

Mál nr.: 542-7-2024, klæða skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning
Avgerð: Arbeiðstakarasáttmáli verður undirskrivaður í morgin.

Mál nr.: 541-8-2024, broyta byggisamtykt á matr. nr. 8b
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Lítil rætting verður gjørd í samband við, at matr. nr. 8b er rættað upp eftir, at byggisamtyktin seinast varð broytt. Kunning

Mál nr.: 541-7-2024, broyta byggisamtykt við bátahylin í Heygsstøð
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tvey uppskot eru gjørd til møguliga broyting í byggisamtyktini.
Avgerð: Nevndin mælir til at broyta byggisamtyktina eftir uppskoti 2 frá umsitingini. Lagt fyri kommunustýrið.

 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. sep 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2024
27. aug 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19.08.2024
27. aug 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.08.2024
12. jun 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 10.06.2024
28. mai 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 22.05.2024
17. mai 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 13.05.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024

Send boð til Sjóvar kommunu