Tíðindi

14. feb 2024

LINNANDI VIÐGERÐ TA SEINASTU TÍÐINA

Eldraráðini fyri Norðoyggjar og Eysturoynna skipa fyri einum almennum fundi í Løkshøll í Runavík, mikudagin 21. februar kl. 18.30.

Fundurin viðger evni "Linnandi viðgerð ta seinastu tíðina - heima, á røktarheimi, á sjúkrahúsi ella á hospice"

Tosa verður um palliativa viðgerð í Føroyum, út frá fyriliggjandi áliti um “Palliatión í Føroyum”, sum bleiv handað landsstýrinum í 2019.
Tiltakið er ókeypis men tilmelding er neyðug. 
Tú kanst tilmelda teg, við at trýsta á hesa leinkju. Trýst síðani á Keyp

Framløgur:

Pál Weihe, lækni og Lena Bjarnason, sjúkrarøktarfrøðingur, palliativa toymi

Ása Jaspurdóttir, kommunulækni

Súsanna Olsen, varaleiðar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Torbjørn Jacobsen, Kommunufelagið

 

- Steðgur 

 

Pallborðsorðaskifti:

Margit Stórá, landsstýriskvinna

Páll á Reynatúgvu, stjóri í Veks

Sverri Steinhólm, prestur

Durita Tausen, Krabbameinsfelagið

Margreta í Buð, avvarandi

Jákup N. Olsen, Sjúklingaráðið

 

Tiltakið endar umleið kl 20:30

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Lands­stýris­maðu­rin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skatta­listin fyri 2025
10. nov 2026
Fíggjar­nevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari

Send boð til Sjóvar kommunu