Tíðindi

14. mar 2023

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 13.03.2023

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin, 13.03.2023
 
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Jóannes E. Markná
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:15

Mál nr.: 544-2-2023, rekkverk við bedingina
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Umbøn frá borgara um at seta rekkverk fram við Strandavegnum við Andersens beding
Avgerð: Samtykt at senda umsókn til Landsverk um at gera rekkverk ella bilverju fram við Strandavegnum oman fyri Andersens beding.


Mál nr.: 544-1-2023, vatn inni í Bø
Reist av: Steingrími Jacobsen
Málslýsing: Trupulleikar við vatni inni í Bø
Avgerð: Kommunan ger átak í Follendi við at leggja rørleiðing við Follendisvegin í ánna norðan fyri húsini í Lánni.

Mál nr.: 542-14-2022, umsókn um byggiloyvi
Reist av: Róki Nilssen
Málslýsing: Rókur vil hava kommununa at gjalda ein part av eykaarbeiði, sum er gjørt í samband við útgraving.
Avgerð: Samtykt at ganga umsóknini partvís á møti. Biðja um fund við Rók um málið.

Mál nr.: 542-9-2023, umsókn um byggiloyvi, matr. 187
Reist av: Hans Bjarna Jacobsen
Málslýsing: Søkir um at byggja fimm m. niðan móti vegnum.
Avgerð: Kunning um umsóknina um byggiloyvi


Mál nr.: 544-24-2022, Varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning
Avgerð: Kunning um, at inntakið verður flutt suður um brimgarðin í Langanesi.

Mál nr.: 541-21-2019, Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning
Avgerð: Kunning


Málini um vinnuøki Innan Glyvur og vegaføring til økið í Langanesi vóru viðgjørd saman við Vinnu- og umhvørvisnevndini.

Mál nr.: 547-1-2021, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Verður viðgjørt saman við V&U
Avgerð: Málið umrøtt. Vinnu- og umhvørvisnevndin arbeiðir víðari við málinum.

Mál nr.: 542-3-2023, vegaføring til økið í Langanesi
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Verður viðgjørt saman við V&U
Avgerð: Kunning um tveir møguligar atkomuvegir. Vinnu- og umhvørvisnevndin kallar Landsbyggifelagið til fund.

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu