Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 18.09.2023
Tøkni- og býarskipanarnevndin 18.09.2023
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Marjun á Fr. Berbisá
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:00
Mál nr.: 542-26-2023, frítíðarhús í Kolbeinagjógv
Reist av: Alexandur Johansen
Málslýsing: Umsókn um at keypa jørð til frítíðarhús
Avgerð: Nevndin mælir frá at selja alt stykkið í einum. Heldur eigur kommunustýrið at útstykkja økið til at selja. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 104-11-2021, íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tekningar frá Mekon til umrøðu. Matr. nr. 79bt
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.
Mál nr.: 541-2-2023, broyting í byggisamtykt
Reist av: Gunnar Holm-Jacobsen
Málslýsing: Umsókn um broyting í byggisamtyktini á Selatrað.
Avgerð: Nevndin mælir til at játta umsóknini og broyta byggisamtyktina á Selatrað, soleiðis, at partur av matr. nr. 100b verður broyttur frá F-øki til H-øki. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 544-24-2022, varandi orka
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning. Arbeiða víðari við málinum.
Mál nr.: Ikki mál
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot til loyvir til jarðhitaboringar.
Avgerð: Mælt verður til at loyvir verða givin til jarðhitaboringar eftir uppskoti, sum umsitingin hevur gjørt eftir tilmælinum frá arbeiðsbólkinum. Reglugerðin verður endurskoðað tá almennu ásetingarnar eru gjørdar. Lagt fyri kommunustýrið