Tíðindi

21. jul 2022

Ásbjørn Berthelsen nýggjur musikkskúlaleiðari fyri Stranda Musikkskúla

Sjóvar kommuna hevur sett Ásbjørn Berthelsen í starv sum musikkskúlaleiðari fyri Stranda Musikkskúla.

Ásbjørn er 46 ára gamal. Hann er útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla og hevur starvast sum lærari flestu árini síðani. Seinastu tvey árini hevur hann tikið tónleikaútbúgvingina "Master in Innovative Choir Leading" á Royal Academy of Music Denmark í Aalborg, har hann fekk prógvið í summar.

Ásbjørn hevur drúgvar royndir innan samskipan og umsiting. Innan tónleikaheimin kenna vit hann einabest sum kórleiðara í gospelkórinum VOX. Tó so hevur kórleiðarin fleiri aðrar tónlistaligar varðar at vísa á. Harumframt er hann eisini kendur innan undirhaldsvinnuna, har hann javnan upptraðkar og skemtar fyri bæði børnum og vaksnum. 

Musikkleiðarastarvið er eitt kvarttíðarstarv. Hetta má sigast at verða stór uppraðfesting av hesum starvi, samanborið við tað, sum var frammanundan. Við høgu raðfestingini er hetta eitt sannførandi tekin frá kommununi, at hon ynskir at stuðla arbeiðnum at ríka um tónleikaravirksemið í økinum, har musikkskúlin er ein týðandi liður í at menna tónlistaligu evnini hjá ungu spírum okkara. Ásbjørn tekur yvir sum musikkskúlaleiðari eftir Petur Jákupsson, sum gavst sum leiðari í 2020.

Í Stranda Musikkskúla ganga áleið 40 næmingar. Undirvíst verður í ljóðførunum: Klaver, gittar, slagljóðføri, tvørfloytu og klarinet.

Ásbjørn tekur við starvinum 1. august 2022.

Vit ynskja Ásbirni bestu eydnu í starvinum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. mar 2026
StÍF skipar fyri vørutombola og eydnuhjóli
03. mar 2026
Broyting í rusk-innsavning­ini á Strondum og fyri Innan Glyvur
02. mar 2026
Handahornið, í bygdahúsi­num týskvøldið 10. mars
27. feb 2026
Kommunustýrisfundu­rin í mars fluttur
26. feb 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
26. feb 2026
Lesandi uttanlands kunnu nú søkja um upptøku á vallista - eisini gjøgnum Vangan
26. feb 2026
Fríðuf­løtur stongdur hósdagin kl 12-16
26. feb 2026
Brævatkvøðugreiðsla til Løgtingsvalið 26. mars

Send boð til Sjóvar kommunu