Tíðindi

14. jun 2022

Nýggj frítíðarstova og ungdómshús á Strondum

Sjóvar kommuna hevur skriva sáttmála við P/F Húsavarðartænastan, um at teir skulu byggja eina nýggja frítíðarstovu til Sjóvar kommunu. Eisini er ætlanin, at hølini skulu verða karmur um ungdómsvirksemi hjá Sjóvar kommunu. Bygningurin verður hitaður við jarðhita.

Sáttmálin bleiv undirskrivaður av Regin Petersen, stjóra í HVT, og Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu.

Sáttmálaupphæddin er góðar 6,4 mió.kr. fyri umleið 300 fermetrar.

Orsøk til hesa íløgu

Fólkatalið í Sjóvar kommunu økist, og harvið eisini tørvurin á tilboðum til børn og ung. Børnini og tey ungu eru framtíðin, og meta vit tað vera av alstórum týdningi, at umstøðurnar hjá teimum eru tryggar og rúmligar.

Frítíðarstova

Í september 2019 lótu vit 3 nýggjar vøggustovur upp, og mettu vit tá, at tað ikki fór at vera neyðugt at byggja út á barnaøkinum eina rúma tíð, men longu nú, minni enn 3 ár seinni, er barnatalið vaksið somikið, at tørvur er á at víðka um fermetrarnar og at gera umstøðurnar betri hjá teimum elstu børnunum.

Barnagarðsstovurnar á Lítlafløtti eru fullar, og í hesum sambandi hava vit valt at skipa tilboðið í skúlabólkinum í nýggju frítíðarstovuni.

Í skúlabólkinum eru tey børnini, ið skulu brúka eitt ár til at gera seg klár at byrja í fyrsta flokki eftir summarfrítíðina. Hetta tilboðið verður skipað í sera góðum samstarvi ímillum námsfrøðingar og hjálparfólk á Lítlafløtti og lærarar í Stranda skúla.

Tann nýggja frítíðarstovan verður bygd í tveimum hæddum, og verður samanbundin í gomlu frítíðarstovuna við einum millumbygningi, ið verður inngongd og klædnarúm.

Ætlanin er, at skúlabólkurin einsamallur skal húsast í frítíðarstovuni fyrrapartar, og seinnapartin koma fyrsti og annar flokkur eisini at nýta hesi hølir.

Nýggja frítíðarstovan er sum sagt bygd í tveimum hæddum, og hvør hæddin er umleið 140 fermetrar. Í niðaru hæddini verður alrúm við køki, aktivitetsrúm og stova. Eisini verða 2 wc, tøknirúm, lyfta og trappuuppgongd til ovaru hæddina.

Í ovaru hæddini verður alrúm, innrættað soleiðis, at tað væl kann nýtast bæði til børn og til ungdómsvirksemi, verkstaður, stova 2 wc og útigólv út á lendi vestureftir.

Í millumbygninginum, sum verður bygdur í einari hædd, verður høvuðsinngongd við stórari gongd, ið samanbindur ta gomlu frítíðarstovuna við ta nýggju. Uppat gongini verður rúm við klædna- og turkiskápum.

Ungdómstilboð

Sjóvar kommuna ynskir, eins og á barnaøkinum, at seta fokus á kjarnuvirðir so sum virðing, trivnað og menning og at øll skulu føla seg væl.

Í ungdómstilboðnum ætla vit at leggja dent á mentan og trivnað, og fara at skipa tilboðið soleiðis, at tað inniheldur tónleik, sjónleik, list og ítrótt, eins og árstíðirnar, og alt í føroysku náttúruni, fer at seta dám á gerandisdagin.

Vit vænta eisini, at útferðir, kappingar av ymiskum slagi, filmskvøld og matur í víðastu merking verður ein natúrligur partur av tilboðnum.

Ungdómurin er, eins og fólkið alt, sera fjølbroyttur, og tí fara vit at skipa nógv ymisk tilboð, soleiðis at tað kann vera nakað til ein og hvønn tørv.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu