Tíðindi

07. jun 2022

Varaleiðari til Lítlafløtt

Søkt verður eftir varaleiðara at byrja 15. august 2022

Vit vænta at varaleiðarin:

·         hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum

·         kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

·         hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi

·         við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur árræði at skapa ein fjølbroyttan, litríkan og tryggan gerðandisdag

·         Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur

·         Arbeiðstíðin verður 30 tímar um vikuna, og roknast kann við, at varaleiðarin onkuntíð skal røkja námsfrøðiligt arbeiði á eini stovu.

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv
- har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni har karmarnir inni og út eru sera góðir.
- har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi
- har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
- løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, dagstovnaleiðara, á tlf. 232747

Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. juni, kl. 12:00, og sendast til Sjóvar kommunu: sjk@sjovar.fo ella: Sjóvar kommunu, Skúlavegur 10, 490  Strendur.

Sjóvar kommuna

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 14. septembur 2026
18. sep 2026
Fundur í Tøkni-og Vinnunevnd­ini 18.august 2026
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
16. sep 2026
Fíggjar­nevndarfundur 16.09.2026
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.

Send boð til Sjóvar kommunu