Tíðindi

19. mai 2022

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 16.05.2022

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin, 16. mai 2022
Møtt: Rógvi R. Djurhuus og Súni F. Olsen
 
Umframt: Tummas Johannesen og Artur Johansen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:35

Mál nr.: 541-4-2022, umsókn um at broyta byggisamtykt 
Reist av: Eyðstein Jensen
Málslýsing: Søkt verður um, at byggisamtyktin á matr. nr. 123 á Selatrað verður broytt til landbúnað/ferðavinnu
Avgerð: Sum útgangspunkt er nevndin jaliga sinnað til at broyta byggisamtyktina. Hetta er tó treytað av, at ein ítøkilig ætlan, sum kommunustýrið kann góðkenna, verður løgd fyri kommunustýrið. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 542-52-2021, umsókn um byggiloyvi
Reist av: Eyðstein Jensen
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til seyðahús á matr. nr. 56a. 
Avgerð: Vísandi til svar frá fakligum ráðgeva, heldur nevndin seg til svarið, sent umsøkjara hin 8. des. 2021.

Mál nr.: 544-11-2022, umsókn um graviloyvi
Reist málið: Bogi Thomassen
Málslýsing: Søkt verður um loyvi at grava eina veit gjøgnum matr. nr. 56a á Selatrað
Avgerð: Samtykt at játtað umsóknini, treytað av, at Búnaðarstovan gevur loyvi.

Mál nr.: 542-8-2022, umsókn um byggiloyvi
Reist málið: Rói Højgaard
Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til kvist á sethúsum, matr. nr. 517
Avgerð: Samtykt at geva byggiloyvi eftir broyttum tekningum, móttiknar 27. apríl 2022.

Mál nr.: 541-6-2022, Busssteðgistað í Strandatúni
Reist málið: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Busssteðgistað í Strandatúni
Avgerð: Málið er ikki klárt. Tikið av skránni.

Mál nr.: 104-2-2021, Frítíðarstovan
Reist málið: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Byggja upp í frítíðarstovuna. Kunning.
Avgerð: Tekniski leiðari kunnaði um nýggjar tekningar og eykakostnaðir. Nevndin mælir til at tikið verður av lægra tilboðnum. Verður lagt fyri fíggjarnevdina við áheitan um at játta kr. 6.6 milliónir í ár til at byggja upp í frítíðarstovuna fyri.

Mál nr.: 104-11-2021, Bjóða øki út til íbúðarbygging
Reist málið: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Kunning um málið.
Avgerð: Tekniski leiðari kunnaði um málið.


 
 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. sep 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2024
27. aug 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19.08.2024
27. aug 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.08.2024
12. jun 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 10.06.2024
28. mai 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 22.05.2024
17. mai 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 13.05.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024

Send boð til Sjóvar kommunu