Tíðindi

26. apr 2022

Flaggdagshaldið 2022 - Myndir og flaggrøðan

Ógvuliga nógv fólk leitaðu sær til flaggdagshaldið í bygdahúsinum í gjár. Sum siður er, varð byrjað við skrúðgongu frá Sjóvarlon út í bygdahúsið. Í ár fekk Eliesar Fróði Høj heiðurin at ganga fremstur við Merkinum. 

Aslaug Christina Gisladóttir helt flaggrøðuna í ár - røðan kann lesast niðanfyri.

Myndir frá flaggdagshaldinum liggja niðast í greinini. Myndin, við Lydiu Frederiksberg, hevur tikið myndirnar.

Røðan hjá Aslaug Christinu Gisladóttir:

Góðu áhoyrarar.

Tað er mær ein gleði at standa her á Strondum í dag, 25.apríl og halda flaggdagsrøðuna í 2022. Eg takki Sjóvar kommunu fyri áheitanina og álitið.

Fyrstu ferð hetta vakra merkið veittraði á stong í Føroyum var tann 22. juni 1919 í Famjin, tá ungi famjiningurin, sum teknaði flaggið, Jens Olivur Lisberg, lat tað veittra har. Aðrir føroyskir unglingar høvdu saman við honum lagt lag á og komi við hugskotum til, hvussu flaggið skuldi síggja út. Í dag kunnu vit ikki ímynda okkum, at tað kundi sæð øðrvísi út enn tað sama.

Jens Olivuri sjálvum eydnaðist bert hesa einu ferðina at síggja flaggið í húnarhátt í Føroyum, tí hann andaðist einans 23 ára gamal av pandemiini, Sponsku sjúku í 1920.

At vit júst hundrað ár seinni, í 2020 vóru  rakt av Corona pandemiini, hevur givið okkum eina øðrvísi fatan av og innlit í, júst hvussu heimurin kann síggja út, tá slík sjúka rakar. Og tó, Spanska sjúka rakti munandi harðari og serliga tey ungu og frísku, sum doyðu í stórum tali.

Hóast, at vit, samanborið við flest onnur lond, í so máta í Føroyum hava verið heppin viðvíkjandi Corona, so hevur tíðin eisini verið avbjóðandi. Vit fegnast tí um aftur at kunna savnast og hava ein vanligan dagligdag.

Tað er ikki minst í slíkum avbjóðandi tíðum sum við Corona, at føroyingar hava víst, at saman standa vit sterk. Ein styrki, sum hevur aldargamlar røtur.

***

Tað vóru Keltar og norskir víkingar, sum av fyrstu tíð búsettust í Føroyum um ár 700, sum løgdu lunnar undir okkara samfelag. Tað er hugvekjandi at hugsa sær, at teir valdu at búseta seg og vera verandi á hesum tá so kørgu oyggjum. Tað hevur kravt stórt mótstøðuføri, áræði og ikki minst bjartskygni at sæð fyri sær eina góða framtíð so langt av landi skotin og so fjart heimanífrá, sum her.

Eg hugsi, at hetta mótstøðuføri, áræði og bjartskygni so ella so er vorið partur av okkara DNA. At búgva í einum so lítlum oyggjasamfelag í so harðbalnum umhvørvi krevur sítt og nakað heilt serligt.

Eitt lítið dømi um hetta var, tá eg átti mítt fyrsta barn í Keypmannahavn. Jarðarmóðirin helt viðurkennandi fyri, at eg mátti vera føroysk. Eg spurdi hví hon segði tað. Jú, segði hon, av øllum kvinnum, sum koma inn her at leggja arm við náttúruna, eru føroysku kvinnurnar heilt serstaka sterkar. Tær bera í sær eina styrki og ró, sum er eyðkend – hon er føroysk. Hetta var vælkent á deildini.

Gløgt er gestsins eyga, verður sagt.

Hesa kvinnurnar urstyrki og evni til at bera byrðar, eisini - og kanska serliga - tá hart leikar á, hoyra vit tó serstakliga lítið um í søgu føroyinga. Tjóðarfrámerki okkara, sum fevnir um okkara felags tjóð, mál og mentan er tætt knýtt at tjóðarbygging og søguni um hvørji vit eru og hvussu vit komu hertil.

Í hesi søgu eru kvinnurnar, ið bóru okkara tjóð undir belti og sum í ættarliðunum undan mínum, í stóran mun stóðu aleinaðar stóran part av árinum við uppalingini, matan og klæðan av nógvum børnum, umframt dyrkan av jørð og djórahaldi, ja tær eru ringar at fáa eygu á. Tær eru mest sum gloymdar í søgu føroyinga.

Eg vil tí tilluta mína flaggdagsrøðu til kvinnurnar, ið undan fóru, tykkum, ið bygdu land og syrgdu fyri, at karmar og grundarlag var fyri vøkstri og menning, ættarlið fyri ættarlið, síðan Keltar og norskir víkingar av fyrstan tíð settur føtur á klettarnar. Vit mega øll minnast til, at tjóðarbygging verður ikki gjørd av eini hálvari tjóð, men av eini heilari tjóð, kvinnum, eins væl og monnum, av okkum øllum -  føroyingum í felag.

***

Undir tjóðarbygging okkara hava klettarnir hoyrt til Noregs ríki, felags Kalmarríkið og síðan Danaríki og nú við heimastýri undir føroyska Merkinum. Er tað nakað, ið kann fáa blóðið í kók, er tað kjakið um, hvussu tætt ella langt frá Danmark vit eiga at vera. Óansæð hvar á politiska vonginum tú hoyrir til, so kunnu vit øll vera samd um og stolt av, at Merkið er okkara og vit eru Føroyingar serstøk tjóð.

Vit kunnu bert frøast um at liva í einum góðum og fríðum landi...enn.

Eg sigi enn, tí hetta er ikki ein sjálvfylgja. Vit kunnu ikki síggja burt frá teim hóttanum, ið koma uttanífrá, nú Russland hevur lopið á Ukraina og sett friðin og demokratiið í Evropa uppá spæl.  

Umframt at vera føroyingar eru vit eisini europearar. Tað er tí eisini okkara friður og demokrati sum í hesum tíðum kann gerast hótt av teim rembingum vit dagliga síggja. Ikki bara her á landi mugu vit tí standa saman, men eisini saman við teimum londum, sum í felag vilja tryggja frið, demokrati og sjálvræði í Evropa. Í dag leitar tankarnir tí eisini til teir ukrainar, sum seta lívið uppá spæl fyri teirra flagg og frælsi. Má tann dagur ikki koma, har tørvur verður á, at vit gera tað sama.

***

Eg kenni ongan føroying, sum ikki elskar Merkið, sum ikki hevur vundið tað á stong, ella sett tað á borðið til eina veitslu, føðingardag, konfirmatión, brúdleyp ella í hálva stong, tá seinasti dagur okkara er runnin. Merkið fylgir okkum frá vøggu til grøv. Undir krossins merki er gott at vera og kenna vit virðið av og styrkina í orðunum ”Jesus verið hjá tær” og ”Jesu einglar fylgi tær”. Styrkina í bønini og í signingini.

Hóast ein her á landi kanska ikki verður mettur at vera ein “nóg góður” ella ”rættur kristin” uttan so, at ein er at finna í samkomuhúsum og kirkjum, so mega vit ikki undirmeta styrkina í teim mongu, meira ósjónligu kristnu í okkara samfelag. Teimum sum bera Guð í hjartanum og í tí stilla biðja sína bøn fyri okkum øllum, tí hesi eru fleiri og bønum teirra hava vit øll tørv á.

Vit mega heldur ikki lata krossins merki skeikla okkara fatan av, hvat er rætt og rangt, ella misnýta tað sum eina sovipútu. At vit ikki venda hin kjálkan til, tá vit áttu at staðið upp fyri okkum sjálvi og sagt frá. Fysiskur, psykiskur og fíggjarligur harðskapur eigur ikki at vera góðtikin av nøkrum og mega vit ikki, í misskiltari fyrigeving, venda hin kjálkan til. Harðskapur og kúgan, hvørki so ella so, er sambæriligt við krossins merki.

***

Í dag heiðra vit merkið og verður tað ofta vundið á stong fyri serstøk góð avrik, ella við serstakar merkisdagar fyri serstøk fólk.  

Eg vil í dag at enda heiðra øll tey, sum ongantíð vera heiðraði. Tey sálarveiku, tey ið bera brek, tey arbeiðsleysu, tey fátæku, tey sum ongin nakrantíð væntaði nakað av, tey sum eru bundin av alkoholi ella rúsevni,  tey, ið royndu men ikki megnaðu, tey, sum vóru so óheppin at vera fødd inn í psykiskan ella fysiskan harðskap, kynsliga misnýtslu, fíggjarligan harðskap, alkoholismu, ella fátækaradømi. Ella tey, sum fingu hetta seinni sum part av teirra lívið. Tey, sum onga familju eiga, tey, sum ongar vinir hava, tey einsomu, tey, sum ongin uggaði, eingin lærdi og eingin hjálpti. Tey, sum ikki kenna seg vird. Tey, sum arbeiða hart, men ikki tjena nokk, tey, sum ikki kenna seg hoyrd ella sædd. Tey, sum ikki fótaðu sær í samfelagnum og tykkum, sum bara hava tað trupult. Tykkum, og øllum øðrum, sum ikki hava verið heiðraði nokk, heiðrað vit í dag.

Í dag veittrar Merkið fyri tykkum. Tit eru serstøk, hvør og ein, og uttan tykkum, einki Føroya land. Tí Føroyar, tað eru vit øll í felag og tað, at vit eru so ymisk, er okkara styrki. Merkið er okkara – í dag flaggar tað fyri tær.

***

Eg skal at enda tríva í orðini hjá Alan Turing.

”Sometimes, it is the people no one can imagine anything of, who do the things, no one can imagine”

Viðhvørt eru tað tey, ið eingin roknar við, sum gera tað, sum ongin hevði kunnað ímynda sær.

Alan Turing, var bretskur støddfrøðingur, eitt geni og faðirin til nýmótans teldur. Turing var við til at knekkað koduna til Enigma – krypterings maskinuna hjá týskarum undir 2. heimsbardaga.

Harvið var hann við til at stytta 2. heimasbardaga munandi og bjargaði nógvum lívum. Hann er eisini faðirin til AI - Artificial Intelligence ella ”eftirgjørdum viti”, sum tað eitur á føroyskum. Eisini var Alan Turing autist og homoseksuellur. Vegna tað seinasta var hann forfylgdur, dømdur í rættinum og tók sítt egna lív, 42 ára gamal.  Av honum var ikki nógv væntað tá hann var ungur.

Nú vit áhaldandi, og í felag, byggja land, vil eg heita á teg um at vænta nógv av tær sjálvum og teimum, ið standa tær nær, at seta tær høg mál – hvat tað enn kann vera - og fara eftir teimum -  tí ofta eru tað tey, ið ongin roknar við, sum gera tað, sum ongin hevði kunnað ímynda sær.

Góðan Flaggdag – øll somul.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. mar 2024
Vár við lýggjum vindi
27. mar 2024
Gleðiligar páskir
27. mar 2024
Páska­reggjaveiða 30. mars
27. mar 2024
Stórt páska­eggjatombola
25. mar 2024
Søkt verður eftir námsfrøðingum til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum
25. mar 2024
Broytingar í innsavning­ini undan páskum
25. mar 2024
Skrúvað verður fyri vatninum Innan Glyvur
23. mar 2024
Earth Hour í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu