Tíðindi
Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 19.04.2022
Tøkni- og býarskipanarnevndin 19.04.2022
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Jóannes E. Markná og Súni F. Olsen
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen, Jóhan H. Funn, tekniskur ráðgevi
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 18:00-20:30
Mál nr.: 104-2-2021, byggja upp í frítíðarstovuna
Reist av: Lítlafløtti
Málslýsing: Byggja upp í frítíðarstovuna
Avgerð: Nevndin gevur tekniska leiðara og bygginevndini fyri frítíðarstovuna heimild til at fara undir samráðingar við arbeiðstakaran, sum hevur givið lægra tilboðið. Verður lagt fyri kommunustýrið sum kunning.
Mál nr.: 541-3-2022, Byggisamtyktin fyri Sjóvar kommunu
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Serstøk byggisamtykt fyri Fríðufløtur og Hálsatjørn/Nónvarða.
3. Byggifelti: Í 3.2.1.1 og 3.3.1.1. stendur, at minsta frástøða frá vegi er 5,0m. Hetta kann skiljast soleiðis, at tað altíð ber til at byggja longri enn 5m frá vegi.
Uppskotið frá tekniska leiðara er at strika minsta, so tað stendur, at frástøða frá vegi er 5,0m.
Hetta verður mett sum eitt minni frávik og skal ikki lýsast við øllum freistum, men verður lagt fyri kommunustýrið at taka støðu til.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá tekniska leiðara.
Málið verður lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-1-2022, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Øssur Højgaard
Málslýsing: Søkt verður um frávik í samband við bygging á matr. nr. 379c
Avgerð: Frávik er fyrr noktað. Vísandi til serstøku byggisamtyktina fyri økið, krevst frávik ikki í hesum byggimáli. Byggiloyvi verður tí givið sambært umsókn.
Mál nr.: 542-4-2022, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Petur M. Jacobsen
Málslýsing: Søkt verður um frávik í samband við bygging á matr. nr. 734
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður játtað sambært umsókn. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-5-2022, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Marius Joensen
Málslýsing: Søkt verður um frávík í samband við bygging á matr. nr. 711
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður játtað sambært umsókn. Lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 542-8-2022, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Róa Højgaard
Málslýsing: Søkt verður um frávik til at byggja kvist á sethús, matr. nr. 517
Avgerð: Samtykt ikki at geva loyvi til frávik eftir umsókn.
Mál nr.: 542-6-2022, umsókn um byggiloyvi, matr. nr. 632
Reist av: Suna Jacobsen
Málslýsing: Søkt verður um at byggja upp í sethús í miðstaðarøki.
Avgerð: Tekniska umsiting arbeiðir víðari við málinum.
Mál nr.: 541-6-2021, busssteðgistað í Strandatúni
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot frá FuglArk.
Avgerð: Nevndin tekur undir við parti av nýggjasta uppskoti frá FuglArk, tó bert til persónbilar og lítlar skúlabussar. Arbeitt verður við at kanna alternativar møguleikar fyri av- og áseting hjá størri bussum.
Mál nr.: 104-1-2022, møgulig broyting í skeyti
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ivamál hevur stungið seg upp um § 5e í skeytinum. T&B skal gera tilmæli um orðing í skeytinum, og leggja tað fyri kommunustýrið
Avgerð: Nevndin mælir til, at skeytið til grundstykkir verður broytt soleiðis, at í §5e í skeytinum kemur at standa:
e) á hvørjum grundstykki mugu, við undantak av hjalli og bilhúsi, einans verða bygd eini stakhús við einari hædd og møguligum kjallara og lofti, og við í mesta lagi trimum íbúðum.
Broytingingin skal vera at galda fyri øll grundstykki, sum verða seld eftir 1.mai 2022
Málið verður lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 103-2-2022, húsavørður til kommununa
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilmæli til setan av húsavørði. Leggjast fyri kommunustýrið.
Avgerð: Nevndin leggur tilmæli tíl setan av húsavørði fyri kommunustýrið.