Tíðindi
Fundur í Vinnu- og Umhvørvisnevnd 16.03.2022
Møtt: Steingrímur J. Jacobsen, Rógvi R. Djurhuus og Hans Anders Jacobsen
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 16:00 – 17:00
Viðmerkingar:
Mál nr.: 547-1-2021
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vinnuøki Innan Glyvur
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum
Mál nr.: 546-1-2021
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Havnalagið á Hulki, viðlíkahald
Økið, sunnanfyri bygningarnar hjá Vaðhorn, har Vaðhorn móttekur og avskipar vøru, er í sera ringum standi.
Avgerð: Nevndin mælir til at hetta økið verður stoypt.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevndina.
Málslýsing: Vakmyndatól á havnaløgum/bátahyljum
Avgerð: Umrøtt
Mál nr.: 546-2-2020
Reist av: Sp/f C. Christiansen
Málslýsing: Frystitunlar á Hulki
Avgerð: Nevndin mælir til at geva treytað byggiloyvið til frystitunlar v.m. á matr. 367a.