Tíðindi

13. apr 2021

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 12.04.2021

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin
 
Møtt: Rógvi R. Djurhuus og Súni F. Olsen
 
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:50

Mál nr.: 541-9-2018 – keypa afturat matr. nr. 689
Reist av: Marnar Gærdum
Málslýsing: Marnar søkir um at keypa eitt petti afturat grundstykkinum. Málið hevur bíða eftir, at gøtan oman við húsunum varð gjørd. Hetta er nú liðugt, so málið er klárt av avgreiða.
Avgerð: Samtykt at selja uml. 35 m2 av litra “t” til matr. nr. 689 fyri kr. 89,00 fyri fermeturin. Víst verður til samtykt dagf. 16. januar 2019.


Mál nr.: 544-1-2021 – gøtuljós og asfalt á Gerðaveg
Reist av: Rut S. Kjærbo
Málslýsing: Umsókn um at seta gøtuljós á tann partin av Gerðavegi, sum gongur oman til Gerðaveg 12 og 14. Eisini verður søkt um asfalt á vegin. Tekniski leiðarin metir, at kostnaðurin fyri hetta verður uml. 200.000 kr. uttan MVG.
Avgerð: Nevndin mælir til at játta umsóknini. Gøtuljósini verða bókað á kto. 1652-30. Viðvíkjandi asfaltering verður biðið um, at kr. 400.000 verða fluttar av RS635-byggibúning á RS670, kto. 1652-30.  Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.: 541-12-2021 – víðka túnið, matr. 814 
Reist av: Evu Andersen
Málslýsing: Søkt verður um loyvi at taka skráningin vekk so túnið verður størri. Eisini verður søkt um loyvi at stoypa garð í staðin fyri rekkverkið, sum nú er.
Avgerð: Samtykt at játta umsóknini. Tekniska umsiting avgreiðir málið.

Mál nr.: 320-1-2019 – høli í skúlanum
Reist av: Jóhonnu Danielsen
Avgerð: Tikið av skránni.
 

Mál nr.: 542-25-2019 – byggiloyvi til hjall
Reist av: Pól Frits Høj
Avgerð: Málið verður lokað. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. feb 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.02.2024
28. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 27.11.2023
10. nov 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 06.11.2023
21. sep 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.09.2023
25. aug 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 23.08.2023
13. jun 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 12.06.2023
16. mai 2023
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 15.05.2023

Send boð til Sjóvar kommunu