Tíðindi

09. mar 2021

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 08.03.2021

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin
 
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin og Súni F. Olsen

Umframt: Artur Johansen  og Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:45

 

Mál nr.: 541-6-2021 – busssteðgistað í Strandatúni
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Busssteðgistað í Strandatúni
Avgerð: Nevndin mælir til at laga garð niðan móti skúlanum fyri umleið 100.000 kr., vísandi til kostnaðarmeting. Biðið verður um eykajáttan til hetta arbeiði. Lagt fyri fíggjarnevndina.
 

Mál nr.: 542-7-2021 – umsókn um byggiloyvi
Reist av: Jónhard Johansen
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi, matr. nr. 331
Avgerð: Samtykt ikki at geva byggiloyvi, grundað á, at økið er ætlað til framtíðar sethúsaøki.

Mál nr.: 544-7-2020 – umsókn um byggiloyvi
Reist av: Amandu Gullaksen
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 109a
Avgerð: Nevndin tekur ikki støðu til umsóknina í dag, grundað á at arbeitt verður við almennu byggisamtyktini fyri alla kommununa. Málið verður tikið upp aftur tá byggisamtyktin er liðug.
 

Mál nr.: 541-4-2021- grundstykki á Strondum
Reist av: Almannaverkinum
Málslýsing: Almannaverkið spyr um grundstykki at byggja almannagagnligar íbúðir á.
Avgerð: Nevndin mælir til, at økið, matr. nr. 613a, kann seljast til Almannaverkið til at byggja almannagagnligar íbúðir á. Mælt verður til, at økið verður gjørt liðugt, og selt fyri
kostprís. Málið verður lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 544-2-2021 – vendipláss inni í Bø
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vendipláss inni í Bø
Avgerð: Samtykt at gera vendipláss inni í Bø. Víst verður til RS-670.

Mál nr.: 541-3-2019 – Matr nr. 613a
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúðarbygging í Dávagerði
Avgerð: Málið verður lokað og flutt í mál nr. 541-21-2019, Dávagerði II
 

Mál nr.: 541-2-2019 – øki til raðhús/íbúðir
Reist av: Byggiráð
Málslýsing: Íbúðir í Dávagerði
Avgerð: Tikið av skránni.
 

Mál nr.: 216-3-2019 – bygdahúsið, dagføringar
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Bygdahúsið
Avgerð: Nevndin mælir til eina eykajáttan á kr. 1.500.000 fyri at gera ætlaða arbeiði liðugt. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.: 541-5-2021 – umsókn um sundurbýti
Reist av: Ann Randi Jacobsen
Málslýsing: Umsókn um sundurbýti, matr. 824 og 825
Avgerð: Nevndin tekur ikki støðu til umsóknina í dag, grundað á at arbeitt verður við almennu byggisamtyktini fyri alla kommununa. Málið verður tikið upp aftur tá byggisamtyktin er liðug.


Nýggir prísir hjá Landsverk
Málslýsing: Prísur fyri grót
Avgerð: Prísirnir fyri grót frá Landsverk fara upp 15. mars.  Samtykt, at vit dagføra okkara prísir samsvarandi.

 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. jun 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 11. juni 2025
22. mai 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20.05.2025
19. mar 2025
Fundur í tøkni og býarskipanar­nevnd­ini 18 mars 2025
20. feb 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. februar 2025
22. jan 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipa­nar­nevndin 20. januar 2025
10. des 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 09.12.2024
20. nov 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.11.2024
18. sep 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2024

Send boð til Sjóvar kommunu