Tíðindi

25. feb 2021

Niðursetumenn á Morskranesi

Í Varðanum, bind 45, frá 1978 hevði Nicodemus Rasmussen eina áhugaverda grein undir heitinum "Morskranes bygd 100 ár". Har nevnir Nicodemus fyrst fýra teir fyrstu niðursetumenninar, nevniliga:
Joen Jacob Jacobsen, innan úr Bø á Strondum,
Rasmus Jacobsen, beiggi Jóan Jakku.
Peter Ludvig Antoniussen, av Berjarheygnum á Skála, og Joen Karl Joensen, frá Sjógv á Strondum.


Fyrsta barn føtt á Morskranesi var Inga Sofía Antoniussen, fødd tann 19.12.1876. Hon var dóttir Ingu Mariu Høj og Petur Ludvík Antoniussen. Inga Sofía varð heimadoypt á Morskranesi 23.12.1876; og longu jóladag 1876 doyði hon - seks dagar gomul.


Viðvíkjandi Óla-Sámali skrivar Nicodemus:
"Sum longu nevnt vóru teir fyrstu niðursetumenninir 4 í tali, men tann fimti maðurin er komin heilt stutta tíð aftaná, og tað er Samuel Johan Olsen, vanliga róptur Óla-Sámal, av tí at faðir hansara æt Óli. Óla-Sámal var úr Selvindi.
Hesin Sámal Jóhan stendur í kirkjubókini at vera giftur 25. november 1877 við Onnu Catrinu Sophiu Johannesen, og tey standa tá bæði at búgva í Morskranesi."
Óla-Sámal var føddur á Strondum tann 24.02.1849. Anna Cathrina var fødd í Svínoy tann 17.08.1851.
"1. februar 1880 var fólkateljing í Føroyum, og eftir manntalslistanum fyri Morskranes standa tá at hava búð har 19 fólk í 4 húsum. ...
Hjá Óla-Sámali eru 4 fólk, hann sjálvur og konan við einum barni og so mamma hansara Cathrina. Hon var einkja eftir mannin Ole Samuelsen - Óla í Selvindi - sum gekk burtur við Gjáarbátinum (Rættarbátinum) stóra skaðadagin 30. apríl 1870, tá tveir bátar við Gjógv gingu burtur við 16 monnum. ...
Í 1890 var aftur fólkateljing; tá var Óla-Sámal fluttur úr Morskranesi, og hann stendur tá at búgva í Svínoy við konu og 3 børnum, harav tað yngsta - ársgamalt - stendur at vera føtt í Svínoy og hini bæði í Morskranesi."

Í dag eru 28 fólk skrásett at búgva á Morskranesi.

Kelda: Max Cecil Weihe/Sjóvar fornminnafelag

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag
15. apr 2024
Loppu­marknaður 20. apríl
11. apr 2024
Koyrikort til lítil prutl
11. apr 2024
Eydnuhjólið hjá Barna­ringinum
10. apr 2024
Kvøldskúla­framsýningin 2024

Send boð til Sjóvar kommunu