Tíðindi

19. feb 2021

Eliana og Rakul í Stella Polaris

Í gjár byrjaði klassiska tónleikakappingin Stella Polaris. Kappingin heldur fram í dag og endar í morgin.

Hesa ferð gevur Stranda Musikkskúli eitt íkast til kappingina. Rakul Østerø Frederiksberg og Eliana Hammer Olsen, sum báðar leika á tvørfloytu, verða nevniliga við í kappingini í kvøld, 19. februar.

Eliana skal á pallin kl. 14.20 og Rakul kl. 15.15. Kappingin kann stroymast á leinkjuni her.

Eliana skal spæla stykkini Sicilliano eftir J. S. Bach og Polka Halekin eftir R. Drigo.

Rakul skal spæla stykkini Allegri í a-mol eftir G. F. Handel og Centilena eftir W. Popp.

Lærari teirra er Katja Voloveskaja, sum hevur undirvíst teimum í tvørfloytu, síðani tær gingu í 4. flokki. Eliana og Rakul hava vant nógv til kappingina og gleða seg til í kvøld.

Stranda musikkskúli

Í Stranda musikkskúla er møguligt at læra seg at leika upp á ymisk ljóðføri. Í verandi løtu verður undirvíst í hesum ljóðførum:

  • Tvørfloytu
  • Klarinett
  • Guittar
  • Klaver/orgul

Arbeitt verður við at víðka um Stranda musikkskúla. Ítøkiliga merkir hetta, at ætlanin er at hækka evsta markið á talinum á spælandi næmingum, umframt at útboðið av ljóðførum skal breiðkast.

28 børn ganga í Stranda Musikkskúla í dag - meir um Stranda Musikkskúla kann lesast her.

Umframt undirvísingina í undirvísingarhølinum eru aðrir ágóðir við musiksskúlaskipanini, m.a. nevnda kapping Stella Polaris. Annað nevnivert er eisini  samanspæl, konsertir, stevnur og verkskeið, kappingar og royndir v.m. Hesar møguleikar kann ein lesa meir um her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. aug 2026
Broytt ferðslu­viðurskift við skúlan á Strondum
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar

Send boð til Sjóvar kommunu