Tíðindi

09. feb 2021

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 08.02.2021

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin
 
Møtt: Rógvi R. Djurhuus, Andras Róin, Súni F. Olsen
 
Umframt: Artur Johansen, Tummas Johannesen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:20

 

Mál nr.: 104-6-2018, Tá tú ætlar at byggja
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Gamalt mál, sum er óaktuelt nú Talgildu Føroyar fer at gera eina felags loysn fyri allar kommunur.
Avgerð: Málið verður lokað.
 

Mál nr.: 542-16-2020, Klæða skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning frá Tummas. Arbeiðið er liðugt. Manglar bara at rudda tað seinast upp. Endaliga uppgerðin frá Búsetur er kr. 1.773.000.
Avgerð: Arbeiðið er liðugt, málið verður lokað.

Mál nr.: 542-6-2021, Kári í Garði, umsókn um byggiloyvi, matr. 34
Reist av: Kára í Garði
Málslýsing: Søkt verður um loyvi at byggja neystið uppaftur í sama stíli sum tað var. Neystið er niðurdottið, men grundin stendur.
Avgerð: Samtykt, at loyvi verður givið.
 
Mál nr.: 216-3-2019, Bygdahúsið - dagføringar
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning frá Tummas. RenoVent og Demich hava latið tilboð um ventilatión. El-arbeiðið og at skera hol í múrin er ikki við í tilboðnum. Higartil eru 2,4 mill. brúktar til dagføringar í bygdahúsinum.
Avgerð: Mælt verður til at taka av lægra tilboðnum uppá ventilatión. Víst verður til RS-571. Lagt fyri fíggjarnevndina.

Mál nr.:  17/00107, Havnalagið á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Kunning um málið. Arbeiða víðari.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. jun 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 11. juni 2025
22. mai 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20.05.2025
19. mar 2025
Fundur í tøkni og býarskipanar­nevnd­ini 18 mars 2025
20. feb 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. februar 2025
22. jan 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipa­nar­nevndin 20. januar 2025
10. des 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 09.12.2024
20. nov 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.11.2024
18. sep 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2024

Send boð til Sjóvar kommunu