Tíðindi

08. des 2020

Fundur í teknisku nevnd 07.12.2020

 
Tekniska nevnd 07.12.2020
 
Møtt: Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen og Súni F. Olsen

Umframt: Tummas Johannesen
Skrivari: Artur Johansen
Klokkan: 16:30-19:32

Mál nr.: 216-3-2019, Bygdahúsið - dagføringar
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Skulu gera tilmæli til svala í lítla sali, bjálving, altan og luftútskiftisloysnir
Avgerð: Mælt verður til, at svalin verður tikin niður, at bjálvað verður upp undir loftið í lítla sali og í kjallara, og at altanin verður gjørd við framsíðu av glasi.

Mælt verður eisini til at luftútskiftisviðurskiftini vera tikin við beinanvegin, og at tilboð verða innheintað. Lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 546-3-2020, Bátabrúgv í Gerðastøð
Reist av: Hávardi Trúgvason
Málslýsing: Hávardur spyr um stuðul til at gera bátabrúgv í Gerðastøð aftur.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.
 

Mál nr.: 549-1-2020, Parkering/fríðkan inni í Bø
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Íbúgvar inni í Bø ynskja sær vendipláss til stórar bilar.
Avgerð: Nevndin mælir til, at vendipláss verður gjørt, soleiðis at stórir bilar kunnu venda, uttan at skula inn á privat øki og mælir til, at Sjóvar kommuna yvirtekur vegastubban millum Sjóvarveg og Strandaveg.
 

Mál nr.: 104-8-2019, Hvat skulu vit brúka Raktanga til?
Reist av: Sjóvar kommunu
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.
 

Mál nr.: 541-2-2020, Umsókn um at broyta byggisamtykt
Reist av: Ása Joensen
Málslýsing: Ási ætlar at byggja smáttur á matr. nr. 7 í Raktanga. Fyri at fáa byggiloyvi má byggisamtyktin broytast.
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum.

Mál nr.: 541-3-2018, Útstykking á Selatrað
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Nevndin hevur á fundi 16. sep. samtykt at halda fast við ætlaðu útstykkingina á Selatrað.
Avgerð: Tekniska umsitingin avgreiðir málið.
 

Mál nr.: 541-10-2019, Broyting í byggisamtykt við Mógvabogar
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Christian Ljósá søkir um broyting í byggisamtyktini tí hann ætlar at byggja íbúðir har. Ynski um broyting er sent til HIMR 10. sep. 2019. Frámæli er komið frá UVMR. Hetta skal viðgerast í teknisku nevnd og kommunustýri.
Avgerð: Nevndin mælir til, at málið verður lagt fyri kommunustýrið.
 

Mál nr.: 541-21-2020, Keypa jørð
Reist av: Hans Petur Jacobsen
Málslýsing: Hans Petur spyr um hann kann keypa uml. 60 m2 av matr. nr. 366a.
Avgerð: Nevndin mælir frá, at umsóknin verður gingin á møti. Lagt fyri kommunustýrð
 

Mál nr.: 542-16-2020, Klæða skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Kunning
Avgerð:
 

 
 
 
 
 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. jun 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 11. juni 2025
22. mai 2025
Fundur í tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 20.05.2025
19. mar 2025
Fundur í tøkni og býarskipanar­nevnd­ini 18 mars 2025
20. feb 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 19. februar 2025
22. jan 2025
Fundur í Tøkni- og býarskipa­nar­nevndin 20. januar 2025
10. des 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 09.12.2024
20. nov 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.11.2024
18. sep 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 16.09.2024

Send boð til Sjóvar kommunu