Tíðindi
Fundur í vinnunevndini 19.10.2020
Møtt: Jákup Berthelsen, Anfinn Gærdum og Steingrímur Jacobsen
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 16.30 – 18.30
Viðmerkingar:
Mál nr.: 546-2-2020
Reist av: Sp/f C. Christensen
Málslýsing: Frystitunlar á Hulki
Avgerð: Kunning
Mál nr.: 541-16-2020
Reist av: Bakur
Fylgiskjøl:
Málslýsing: Bakur P/F, umsókn um at broyta byggisamtykt
Avgerð: Vinnunevndin mælir til at byggisamtyktin fyri økið verður broytt frá D til C.
Málið verður lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 544-5-2019
Reist av: Pól Frits Høj
Málslýsing: Umsókn um vatn til seyðahús á Morskranesi
Avgerð: Vinnunevndin mælir til at ganga umsóknini á møti viðvíkjandi keypi av vatnslangu, vísandi til ætlanirnar um at gera góðkent sláturhús.
Málslýsing: Pullartar á Hulki
Avgerð: Stovna nýtt mál
Leggja málið fyri fíggjarnevndina