Tíðindi

30. sep 2020

Námsfrøðingar til Lítlafløtt

 

Søkt verður eftir:
- tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30 tímar um vikuna.
Talan er um tíðaravmarkaði størv frá 15. okt. 2020 til 31. juli 2021.

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið
Vit bjóða
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir.
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Størvini verða sett 15. okt. 2020 ella eftir nærri avtalu.
Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett.
 
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747 
Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi hósdagin 1. okt., kl. 12:00 og sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

ella litliflottur@sjovar.fo

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Søkt verður eftir vaskifólki
09. jun 2026
Skrúvað verður fyri vatninum - frá Bøgøtu til Gjarðanes
07. jun 2026
Framløga av ættarriti - í bygdahúsi­num 9. juni
05. jun 2026
Uttandura hondbóltskapping 20. og 21. juni
05. jun 2026
So kom til "Bint alment" - leygar­dagin 13. juni
03. jun 2026
Vaðhorn virkað í meiri enn hálva øld

Send boð til Sjóvar kommunu