Tíðindi

27. jul 2020

Brellbiti av skránni fyri ólavsøkuhaldið á Strondum

Sum kunngjørt í seinastu viku, verður skipað fyri eini mini-útgávu av ólavsøkuni í Strandatúni á Strondum ólavsøkudag, 29. juli.

Skráin fyri dagin byrjar nú at taka skap, men enn er alt ikki endaliga komið uppá pláss. Fyri ikki at koma út við fleiri skráum, fáa tit her ein brellbita av tí, sum kemur at verða á skránni. Endaliga skráin verður løgd út á heimasíðuna hjá Sjóvar kommunu tíðliga í morgin, 28. juli.

Byrjað verður kl. 18.00, tá sølubúðirnar opna, samstundis sum undirhaldið eisini byrjar.

Av sølubúðum kunnu nevnast:

  • Pylsuvognurin selur pylsur og burgarar v.m.
  • Candyfloss og frískt pressa djús verða til sølu
  • Filipinsk suppa verður til keyps.
  • Vaflur og kaffi/te verða at fáa
  • Skúmbollar verða til keyps
  • Endurnýtslusøla
  • Heimagjørdir prýðislutir

Hoppiborgirnar opna eisini kl. 18.00.

Ymiskt undirhald verður eisini á skránni. Nevnast kann:

  • Kom við til Spæliland koma at framføra nakrar sangir. Klovnurin Totti kemur eisini at stuttleika sær við børnunum.
  • Simona á Fríðriksmørk kemur at syngja
  • Sámal Ravnsfjall kemur at syngja
  • Systkini Kirstin, Bodil og Markus Olsen koma at syngja
  • Niclas Heri kemur at syngja Dynamit hit

Borð og benkur verða sett upp í Strandatúni, soleiðis at fólk kunnu seta seg niður at eta ella bara at hugna sær og njóta ólavsøkuløtuna á Strondum.

Vit runda ólavsøkudámin á Strondum av á midnátt við midnáttarsanginum. Sanghefti verða útflýggjað.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt
28. sep 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag

Send boð til Sjóvar kommunu