Tíðindi

19. jun 2020

Fráfaringarsamkoma fyri Peturi Jákupssyni

Petur Jákupsson, sum hevur verið lærari í Stranda skúla síðani 1981, hevur valt at leggja frá sær.

Petur var vikarur í Vestmanna skúla í eitt ár áðrenn hann kom til Strendur. Sostatt hevur hann undirvíst í samfull 40 ár. Seinastu 20 árini hevur hann eisini verið varaskúlastjóri, og nú hann 1. juni fylti 66 ár, valdi hann at fara úr hesum starvi. Hann verður tó framvegis knýttur at skúlanum, tí hann hevur játtað at undirvísa í smíð nakarar tímar um vikuna.

Í gjár skipaði skúlin fyri lítlari samkomu í sambandi við, at Petur fer frá. Covid-19 støðan gjørdi, at tað ikki bar til at gera so nógv burtur út sum ætlað, so familjan og starvsfelagar vóru boðin til ein døgurðabita í fimleikahøllini. Barnakór sang nakrar sangir og talur vóru eisini hildnar.

Eitt, sum eyðkennir Petur, er hansara nærlagni. "Tá mann hevur verið lærari í 40 ár, er tað ikki ein sjálvfylgja at mann er so væl fyrireikaður og nærlagdur sum Petur hevur verið til hvønn einasta tíma", segði skúlastjórin millum annað. 

Í sínum starvi sum varaskúlastjóri hevur Petur eisini verið í tøttum samstarvi við kommununa, og vit, sum arbeiða á kommunuskrivstovuni, hava notið hansara selskap. Vit hava havt nógvar góðar samtalur um føroyska málið, sang- og kvæðatekstir, orðatøk, bóndalív, politikk og mong onnur áhugaverd evni.

Vit takka Peturi fyri tíðina og ynskja honum og hansara blíðan byr.

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
02. apr 2024
Páska­reggjaveiðan 2024
01. mar 2024
Vártalent
29. jan 2024
Myndarøð: Innskriving til 1. flokk
22. jan 2024
Myndarød: Børn og vaksin sleta 19 januar.
24. nov 2023
Lýst verður við fundi at endur­stovna Stranda Sjónleikara­felag
20. nov 2023
FM í talvi fyri gentur

Send boð til Sjóvar kommunu