Tíðindi

24. nov 2023

Lýst verður við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag

Hervið verður lýst við fundi at endurstovna Stranda Sjónleikarafelag týskvøldið 5. desember kl. 20.00 í bygdahúsinum á Strondum.

Áhugi at vekja felagið til lívs aftur

Í gjár, hóskvøldið 23. november, varð fundur í bygdahúsinum um ætlanina at blása lív í Stranda Sjónleikarafelag.

Á fundinum møtti væl av fólki, og huglagið at fáa lív í sjónleikaravirksemið var avgjørt til staðar. Tí varð gjørt av at kalla inn til fund at endurstovna felagið skjótast gjørligt, soleiðis at nevnd verður mannað og farast kann í gongd við at endurbyggja felagið.

Á fundinum luttóku eisini Noomi Reinert og Arnfinnur Nesá, nevndarforkvinna og nevndarlimur í MÀF. Tey bæði eru eisini virkin í sjónleikaravirkseminum í Losjuni í Gøtu, og tey greiddu frá MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) og royndum teirra innan sjónleik.

Nakrar myndir frá fundinum í gjár síggjast niðanfyri.

Nú verður vónað, at undirtøkan verður eins góð og í gjárkvøldið til fundin týskvøldið 5. desember í bygdahúsinum á Strondum.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. nov 2026
Nýggj billøðistøð á Strondum
26. nov 2026
Nes og Sjóvar kommuna samstarva um integratiónssam­skipara
26. nov 2026
Kommunur­nar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur
25. nov 2026
Demensvinarligar kommunur
23. nov 2026
Jamilla á Café Bella
20. nov 2026
Jólatræið á Strondum verður tendrað
20. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19.11.2026
19. nov 2026
Vøkstur gevur møguleikar og setir krøv - Fíggjarætlanin 2027

Send boð til Sjóvar kommunu