Tíðindi

16. apr 2024

Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúlaframsýningini 2024

Sunnudagin 14. apríl 2024 var árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Stranda kvøldskúla.

Í vetur hava 13 ymisk skeið verið á skránni í kvøldskúlanum, og nógv ymiskt er komið burturúr. Alt kann tó ikki sýnast fram, og tí luttaka ikki øll skeiðini til framsýningina.

Tóra Joensen setti kvøldskúlaframsýningina, og Katarina Debes Olsen, sum er ein av næmingunum sum hevur gingið til klaver í kvøldskúlanum, spældi eitt lag. Stranda Sangkór, sum aftur í ár hevur verið partur av kvøldskúlanum, sang eisini í tveimum umførum nakrar sangir.

Setanarrøðan hjá Tóru kann lesast niðanfyri.

Eftir setanina var møguligt at fáa sær køku og kaffi, ímeðan ein kundi njóta hugtakandi framsýningina.

Niðast í greinini eru nakrar myndir frá framsýningini, har til ber at síggja ymiskt av tí, sum kvøldskúlanæmingar hava framleitt í vetur.

Setanarrøðan hjá Tóru:

Góðu strandingar og avbygdafólk, sum eru savnað í Stranda skúla henda vakra summarmáladag.

Sum smágenta fekk eg eina træsleiv frá ommu. Omma hevði verið og vitja systur sína í Svínoy. Á sleivini varð brent orðatakið “Ungur nemur gamal fremur”. Eg spurdi, hvussu hetta skuldi skiljast og fekk at vita, at alt tað tú lærir og gert tær royndir við sum ungur, kemur tær til góðar seinni í lívinum. “Og” legði mamma afturat, “teir førleikar tú ognar tær gjøgnum lívið, kann eingin taka frá tær”.

Nógv hava ognað sær ymiskar førleikar í kvøldskúlanum á Strondum, og nógv er úr hondum greitt gjøgnum árini. Hetta eru virðismikilir lutir at eiga, og ofta fáa teir ein serligan týdning, tá ein sjálvur ella onkur nærstandandi hevur virkað lutin. Eg minnist konurnar í undanfarna ættarliði, tær gingu høgt uppí at hava vakrar hondseymaðar køksgardinur. Tær nýttu nógvar tímar at brodera gardinurnar. Tær kundu eins væl farið út og keypt gardinur, men tað liggur eitt ávíst virði í tí, vit sjálvi virka. Tú leggur líkasum ein part av tær sjálvum í teir lutir, tú virkar.  

Í dag eru fólk eisini tilvatað um, at tilgongdin at evna lutir er góð fyri okkum – eisini sálarliga, tað gevur okkum ró og eitt ávíst nøgdsemi, og tað krevur at vit hugsavna okkum. Hetta er gott fyri okkum, sum í dag liva í eini tíð, sum er merkt av, at fólk eru sera upptikin, og har alsamt fleiri fólk gerast strongd.

ABC er ein verkætlan hjá Fólkaheilsuráðnum, hvørs endamál er at fremja sálarliga heilsu og trivnað millum borgarnar. Tey hava tríggjar útsøgnir:

Ver virkin

Ver saman

Ver hugbundin

Og júst hetta umboða kvøldskúlarnir. Tað er gott at Sjóvar Kommuna hevur eitt fjølbroytt kvøldskúla-tilboð til sínar borgarar, bæði til ung og eldri. Nú íbúgvaratalið í Sjóvar Kommunu hækkar, er hugsandi, at kvøldskúlatilboðini økjast samsvarandi. Og í ár eru tilboðini økt við eitt nú leirarbeiði. Gott at lív aftur er komið í keramikkovnin á skúlanum.

Í kvøldskúlanum hittast fólk við sama áhuga, og viðhvørt eru ættarliðini blandað.   

Eg hugsi eisini, at vit skulu takka teimum lærararum, sum undirvísa í kvøldskúlanum. Hetta eru fólk, sum skulu út at undirvísa eftir vanliga arbeiðstíð. Tit, saman við luttakararunum ella næmingunum, halda lív í siðvenjum og søguligum handaverki. Til dømis kann eg nevna føroysk klæði. At seyma føroysk klæði er ein felags ogn millum føroyskar kvinnur, og hesin førleiki er ikki einans staðbundin hjá professinellum fyritøkum.

Eg fari at enda við minnum, eg havi frá kvøldskúlanum á Strondum. Eg seymaði mínar fyrstu flatstingir í kvøldskúlanum á Strondum, har eg gekk til brodering hjá Karlu. Tá gekk eg í 8. flokki. Eg minnist tað sum hugnaligar løtur, og altíð var te, kaffi og onkur leskilig køka í steðginum. Eg minnist eisini, hvussu konurnar tosaðu og kjakaðust um kommuna á Strondum, og serliga minninst eg Betty á Høvdanum, sum endaði hvørja diskutión við at siga: “Eg tími ikki at trætast við tykkum, tí eg veit eg havi rætt”!

Takk fyri, at eg fekk høvi at siga nøkur her í dag.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
06. des 2024
Skip­anarfundur týsdagin 10. des.
06. des 2024
Svimjihylu­rin stongdur
05. des 2024
Musikk­skúlin hevur jóla­konsert
04. des 2024
Jólahugni í Café Bella
02. des 2024
Jóla­konsert við Suð
01. des 2024
Útgávu­konsert við Simonu Paulu
29. nov 2024
Sjómansk­vinnu­ringu­rin jólahugna
27. nov 2024
Jólasølan hjá barna­ringinum

Send boð til Sjóvar kommunu