Tíðindi

15. apr 2024

Steypakapping í talvi í bygdahúsinum á Strondum

Leygardagin 13.apríl var Stranda Talvfelag, saman við Talvsamband Føroya, vertur fyri árligu steypakappingini í talvi.

Telvað var í bygdahúsinum á Strondum. 13 lið, við 6 telvarum á hvørjum liði, luttóku í kappingini. Kappingin byrjaði kl. 11 og varð ikki liðug fyrr enn klokkan var farin av sjey.

Stranda Talvfelag hevði eitt lið í kappingini. Á liðnun hjá Stranda Talvfelag vóru Jógvan J. Olsen, Jóhannes Simonsen, Eyðun F. Danielsen, Petur M. Magnussen, Adrian Hávardsson, Bjarni Hávardsson og Hávardur Trúgvason. Hávardur var við sum eykamaður, men gjørdi bart við at vinna sítt talv í fyrstu rundu móti Kongshavnar Telvingarfelag.

Aftaná kappingina var steypahandan. Sandavágs Talvfelag 1 vann kappingina rættiliga trygt, og er hetta fjórða árið á rað, at teir vinna steypakappingina. Klaksvíkar Talvfelag 1 bleiv nummar tvey, og Klaksvíkar Talvfelag 2, bleiv nummar trý.

Eisini varð ársins eldsál kosin, og valið fall á ungdómsnevndina hjá Havnar Telvingarfelag.

Síðan varð skipað fyri Gallaveitslu. Til kappingina høvdu telvararnir atkvøtt fyri ársins telvara og ársinis stjørnuskoti, og eingin ivi var um ársins vinnarar. Ársins telvari gjørdist Lutjen A. Apol, sum vann FM í ár, og Lisa Xin, sum vann unglinga FM sum yngsti telvari nakrantíð, gjørdist ársins stjørnuskot. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við hesum heiðrum.

Ein stuttlig hending til kappingina var, at Sandavágs Talvfelag, vegna forfall, manglaði ein telvara, og tí varð boð eftir eykamanni Stranda Talvfelags, Hávardi, at telva nøkur talv fyri Sandavágs Talvfelag 2. Tá Stranda Talvfelag og Sandavágs Talvfelag møttust, telvaði Bjarni Hávardsson tí móti pápa sínum. Úrslitið lata vit verða ósagt.

Hetta er fyrsta árið, í longri tíð, at Stranda Talvfelag hevur luttikið í talvkapping, og hevur felagið havt bæði barna- ungdóms- og vaksnamanna lið til kappingar í vetur. Vit fegnast um at gongd aftur er komin í telvingina á Strondum, og vóna at framburðin næstu árini heldur fram.

Í kvøld er aðalfundur hjá Stranda Talvfelag, har øll talváhugaði eru vælkomin at møta. Meir kunning um aðalfundin kann lesast her.

Nakrar myndir frá steypakappingini síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. jul 2025
Námsfrøði­ligur ráðgevi til Lítlafløtt
01. jul 2025
U21 leikarar­nir komnir heim við bronsuni
30. jun 2025
Kommunulækna­viðtalan opin aftur sum vanligt
30. jun 2025
Kommunustýrisfundur 19. juni 2025
28. jun 2025
Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn
27. jun 2025
Útihondbóltskapping á vøllinum við bygdahúsið
27. jun 2025
Varaleiðari til Lítlafløtt
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað

Send boð til Sjóvar kommunu