Tíðindi
Páskareggjaveiðan 2024
Páskareggjaveiðan er eitt tiltak, ið fær góða undirtøku, og í ár var einki undantak. Eini 400-500 fólk nýttu páskaaftan møguleikan fyri at fara út á veiðu í góðveðrinum.
Serliga stuttligt er tað, at nógvir páskagestir, sum ikki búgva í kommununi eisini koma til tiltakið.
Í ár gjørdu vit tað soleiðis, at vit skrivaðu nøkur staðarnøvn í kommununi á Facebookbólkin, sum eitur Páskareggjaveiða, og so skuldu fólk á staðið, taka eina sjálvsmynd og leggja á bólkin. Onkur helt, at tað var nokkso ringt at finna øll støðini, men vóru samd um, at hetta var ein góður máti at læra staðarnøvn uppá.
í skúlagarðinum fingu børnini eitt páskaregg í part, og so fingu øll vaflur og okkurt at drekka afturvið.
Veðrið gjørdi, at rættiliga nógv tóku sær stundir til eitt gott prát í skúlagarðinum, og børn og vaksin hugnaðu sær á spæliplássinum við ymiskum spølum.
Vit takka hjartaliga fyri góðu undirtøkuna og gleða okkum til næsta ár.
Nógvar myndir frá páskareggjaveiðuni síggjast niðanfyri.