Tíðindi

15. jan 2019

Fundur í vinnunevndini 14.01.2019

Møtt: Jákup Berthelsen, Anfinn Gærdum og Steingrím Jacobsen 
Umframt: 
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 16.30 – 18.00


Mál nr.: 651-2-2018 
Reist av: Andersens Beding
Málslýsing: Andersens Beding, áheitan um ábøtur
Avgerð: Nevndin heitur á umsitingina um at avgreiða viðurskiftini sum mangla á havnalagnum við Heygstøð.


Mál nr.: 542-41-2018 
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi á nýggja vinnuøkinum
Avgerð: Vinnunevndin kann ikki geva nakað svar enn, men er jalig fyri at arbeiða víðari við umsóknini.


Mál nr.: 659-2-2018 
Reist av: Samson Højgaard
Málslýsing: Samson Højgaard, umsókn um loyvi at leggja árabát á Strondum í styttri tíðarskeið.
Avgerð: Vinnunevndin ynskir ikki at ganga umsóknini á møti um fast bátapláss, men er sinna at leiga út, sambært avtalu, um tøk bátapláss eru í kommununi.


Mál nr.: 651-1-2018 
Reist av: Sjóvar kommuna
Fylgiskjøl: 
Málslýsing: Sjk., uppskot um kunngerð um aliloyvir, sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum og útbjóðing av aliloyvum.
Avgerð: Vinnunevndin hevur onga viðmerking til uppskotið.


Mál nr.: 17/00107 
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Sjk. Havnalagið á Hulki
Avgerð: Arbeiða víðari við málinum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. jun 2025
Fundur í V&H 15/­6- 2025
13. mai 2025
Fundur í V&H nevndini 12/­5-2025
14. feb 2025
Fundur í V&H nevndini 13/­2-2025
22. jan 2025
Fundur í Vinnu & havnanevnd­ini 19/­1-2025
19. nov 2024
Fundur í V&U
29. aug 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 28. august2024
11. jun 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 10. juni 2024
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024

Send boð til Sjóvar kommunu