Tíðindi

16. jan 2018

Fundur í vinnunevndini 15.01.2018

Møtt: Jákup Berthelsen, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum
Harumframt: Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 17:00-19:00


Mál:             Vaskipláss til stórar bilar
Reist av:      Sjóvar kommunu
Viðgerð:       Kanna hvat oljuútskiljari kostar. Prísur er komin í dag fyri sandfang
                    og útskiljara.
Avgerð:        Vinnunevndin finnur eitt hóskandi stað til øki. Arbeiða víðari við málinum.

 

Mál nr.:        16-47-57 Rudda í kommununi
Reist av:      Sjóvar kommunu
Viðgerð:       Nógv er rudda burtur og vit halda áfram at fáa restina burtur
Avgerð:        Arbeiða víðari við málinum


Mál nr.:       Hegna omanfyri Hulk
Reist av:     Sjóvar kommunu
Viðgerð:      Hegni omanfyri Hulk er illa farið. Ynski er at fáa tað umvælt.
Avgerð:       Samtykt at umvæla/skifta hegnið.


Mál nr.:       2014-04-122 Leysgangandi djór
Reist av:     Sjóvar kommunu
Viðgerð:      Hundaavtalan við Runavíkar kommunu er broytt nú, 
                   kommunan hevur fingið sín egna ansingarmann. 
                   Sostatt verður skipanin broytt, so um fólk ringja á 
                   politistøðina um leysgangandi hundar, fer okkara 
                   egni hundafangari at taka hann upp.
Avgerð:      Samtykt at seta skipanina í verk.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. jun 2025
Fundur í V&H 15/­6- 2025
13. mai 2025
Fundur í V&H nevndini 12/­5-2025
14. feb 2025
Fundur í V&H nevndini 13/­2-2025
22. jan 2025
Fundur í Vinnu & havnanevnd­ini 19/­1-2025
19. nov 2024
Fundur í V&U
29. aug 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 28. august2024
11. jun 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 10. juni 2024
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024

Send boð til Sjóvar kommunu