Tíðindi

14. aug 2026

Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl

Fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá skúlabørnunum hevur Sjóvar kommuna sett í verk "kyss og koyr" skipan við skúlan. Strandatún er einsrættað millum kl. 7:30 og 8:30, so allir bilar koyra sama veg, og harvið slepst undan, at proppur kemur í. Seinastu dagarnar hava fólk frá kommununi, við borgarstjóranum á odda, verið og stýrt ferðsluni við skúlan. 

Skipanin vísir seg at rigga væl, og allarflestu foreldur halda, at hetta er eitt gott átak. Onkur hevur físt eitt sindur, treyðugt so, men mon ikki, at øll sum frá líður verða glað fyri skipanina? Í øllum førum slepst nú undan at leita eftir einum staði at sleppa børnunum úr bilinum, og børnini hava ein tryggari farveg í skúla.

 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli

Send boð til Sjóvar kommunu