Tíðindi

09. jul 2026

Tvey umboð í Sjóvar kommunu til EM fyri unglinga-landslið í dart

Í døgunum 8 til 11 juli er EM kapping í Írlandi fyri unglinga-landslið í dart.

Fýra føroyingar umboða Føroyar, harav 2 umboð frá Skála dartfelag.

Nói Reinert Djurhuus Innan Glyvur, Sámuel Rasmussen Strendur, Jóni Kjærbo Tórshavn og Dávur Berg Klaksvík eru við fyri Føroyar.

Fyrsti dagurin endaði við sera góðum úrslitum í tvímansleiki.
Bæði pørini í tvímansleiki komu samførandi víðari úr bólkaspælinum.
Dávur og Nói máttu vinna seinasta dystin hjá sær móti sterka íslendska parinum, og tað gjørdu teir uttan himpr við sigri á 3-1.
Hjá Jóna og Sámuel máttu sigrar á bæði Fraklandi og Luksenburg til fyri at tryggja víðari luttøku, og hetta megnaðu teir eisini greitt.
Í 1/16 finalunum møttu bæði pørini tó sera sterka mótstøðu, og taptu bæði sínar dystir.
Jóni og Sámuel møttu krútsterka enska parinum við stjørnuskotinum Kaya Baysal. Dávur og Nói taptu greitt mótil pari frá Latvia.
Hóast hesi bæði seinastu tapini, má hetta sigast at vera ein fantastiska góð debut á EM-pallinum hjá okkara U18 landsliði.
Á samlaða EM-stigatalvuni eftir fyrsta dystardagin liggja Føroyar á einum flottum 13. plássi av 27 luttakaralondum.

Hósdagin verður kappast í einmansleiki. 

Dystirnir verða sendir beinleiðis á Youtube á hesi leinkju.

Úrtslit o.a kunnu síggjast á heimasíðini hjá Dartconnect.

Sjóvar kommuna ynskir teimum alt tað besta í kappingini. 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar

Send boð til Sjóvar kommunu